Samson í Lambanum seksti
1. juni í ár hátíðarhelt Samson í Lambanum seksti ára føðingardag sín.
Tað er nógv gott, ið sigast kann um Samson. Hann er hugfarsligur í mangar mátar á síni lívsleið, sum gleðir okkum dag og dagliga. Hann er vaksin upp Heimi á Oyrini í Fuglafirði. Barndómsheimið var næsta húsið við Gjógvará - við Niðara veg. Hetta var eitt gott umhvørvi, sum nørdi um løturnar dag og dagliga. Foreldrini vóru Jacobina og Solberg. Jacobina var ættað úr Rituvík og vaks upp í Syðrugøtu, tí mamman doyði í barsil. Pápi hennara og ein beiggi fórust við Verdandi. Pápin, Solberg var úr Fuglafirði og vaks upp Uppi við Garð.
Systkini hjá Samsoni eru 4 í tali - Hans, Lillian, Steinbjørn og Kristjan. Samson er yngstur.Tætt við barndómsheimið er ein áarósi, har Gjógvará rennur út á sjógv.Hetta verður kallað á Oyrini ella í einum stórum parti av bygdini, verður hetta kallað fyri Heimi á Oyrini, ella Niðrin á Oyrini. Á hesum vakra lendi í barnaárunum fóru nógvar góðar løtur aftur við borðinum , sum seint verða gloymdar. Samson fór mangan upp snimma á morgni og oman á Sandin at spæla og hugna sær. Hann var einsamallur, og fekk hann mangan karm. Hann fór niðan og skifti klæði. Tá ið mamman kom upp lógu tveir, tríggir karmar á kjallaragólvinum. Samson slapp ikki útaftur fyrr enn út á seinrapartin, tí pløggini skuldu vaskast og turkast.
Samson var ikki altíð einsamallur á Sandinum, men hevði fleiri góðar vinir, sum hann spældi við á hesum øki. Tá ið róð varð í flaka var ein fyrimyndarlig tíð um hetta mundið, sum var ein vanlig gongd kring alla bygdina fram við sjóvarmálanum, sum nú tíverri er hjánaður burtur.
Siglt varð við gróti fram við landi, men settu eisini línu tætt við tarabrúnna eftir reyðfiski, sum var ein vøkur ímynd av t.d. til byrjanina av tí vaksnamannasjólívinum. Smá skip og bátar smíðaðu teir eisini, sum vanligt var at sigla við á Oyrini.
Ein vøkur søga er um Arnold hjá Gøtu Óla Jákup, sum kom oman á Sandin við eini stórari gummiged og gróv ein damm niður í sandin við áarósan. Hesin hylur var fyrimyndarligur fyri øll børnini í Fugla firði, har siglt varð við smáum skipum og bátum dag og dagliga, sum rárt er at minnast afturá. Foreldrini høvdu altíð eyguni eftir okkum, meðan spælt varð á Sandinum og róð varð fram við Sandinum í flakum og bátum. Ein tryggleiki var afturat, og tað vóru teir eldru dreingirnir, sum í sínum verumáta ofta vóru góðir at hava at líta á, tí teir vóru so hjálpsamir.
Útróður
Útróður var eisini í bygdini. Smádreingir hjálptu til við egningini. Samson engdi hjá Draganum, sum Emil Toftegård og synirnir, Margeir og Egil áttu. Egningaskúrurin var úti á Ísvirkinum, har Niels Toftegård var egningarformaður. Hetta vóru ríkar løtur undir hesum bitum. Tað var eins og dreingirnir fingu ein lunn undir lívsgongdina, um so var, at teir gjørdust sjómenn og útróðrarmenn. Samson gjørdist sjómaður, og vóru hesar løtur í barnaárunum ein góður táttur at hava í hesi tíð, sum nørdi um lívsleiðina.
Mangar góðar túrar fóru vit við Draganum. Emil sigldi t. d. inn til Klaksvíkar við dreingjunum, so teir kundu svimja í tí nýggja hylinum, sum klaksvíkingar høvdu fingið. Hetta var væl gjørt at nøra um dreingjalívið á ein vakran hátt. Eisini varð farið út á fjørðin føstulávint mánadag at sláa tunnu. Tað var tignarligt at blíva kattarkongur í hesum báti. Tá fekk hann altíð okkurt gott upp í húgvuna.
Skúlin
1968 varð farið í skúla. Flokkurin, sum Samson kom at ganga í, var fyrimyndarligur í dugnasemi á mangan hátt og fólksligur. Tá ið tað kemur til tey skapandi evnini, sum næmingar hava, so var hesin flokkur fyrimyndarligur. Meira enn 50 % av næmingunum í hvørjum flokki í Fuglafjarðar skúla høvdu rík skapandi evni. Hugsi, at hetta er galdanadi fyri allar næmingar her á landi. Greinskrivarin gjørdist flokslærari í hesum flokki, sum bleiv ein góður róður í hesum lívssæla báti, har næmingar nørdu um hesar fragdarløtur í spekt og sóma.
Tey vóru fjalin og munnstill, tá ið tey vóru komin inn um gáttina í skúlastovuna. Hugdu kring um seg og lótu løtuna nøra um teirra hugaheim. Børn, sum koma í skúla í dag, hava verið í vøggustovu og barnagarði, so hugaverðin er ein onnur. Um hetta mundið, sum skrivað verður um, komu børnini beinleiðis heimanífrá – úr einum lítlum umhvørvi til eitt væl størri, sum gjørdi, at tey søgdu lítið og einki og máttu taka mangt og mikið til sín og nøra um løturnar til gagns fyri sál og likam á ein vakran hátt.
Hesi deiligu, óspiltu børn høvdu eitt opið sinni, har vit lærarar kundu seta okkara spor í teirra sálarliga kervi t. d. við teimum skapandi evnunum, sum hesi deiligu børn høvdu.
Nógv varð sungið í hesum flokki. Sungið varð fleiriraddað og spælt upp á blokkfloytu. Samson gloymir aldri Sóley, dóttir Minu og Hans Jakku á Brúnni yngra, sum hevði eina sera vakra, yndisliga rødd og sang mangan, t. d. Sov blítt og søtt saman við flokslæraranum og sjálvandi við flokkinum tvíraddað. Hetta veitti sanniliga anda til sálarinnar fagra blómubeð.
Jú barnana skaldaverð er ein so vøkur seiðalygn á tí spegilsblanka sjónum. Meg minnist á einum sinni, at lisið varð úr yrkingasavninum hjá Tummas N. Djurhuus, sum Ólavur Michelsen legði til rættis. Steðgað varð á við yrkingina, Vøgguljóð:
Á beði liggur tú bíðandi Og meðan vitskan er víkjandi, Og meðan náttin um londini
limafjálgur og linur, føli eg fitta og flógva í svørtum kyrtli sveimar,
eyguni dýpast so líðandi hond tína koma sníkjandi leiði eg teg við hondini
svøvnkomni lítli vinur . inn í mín faðirlógva um svøvnsins løgnu heimar.
Ja, løgið kann tað tykjast, at eg gloymi aldri hesa løtu, tá hesi orð vórðu lisin upp, og tað ger Samson heldur ikki. Henda yrking setti seg í sinnið og dugir Samson hesi orð uttanat, sum hann minnist til enn tann dag í dag frá hesi løtu. Hetta er vakurt at rógva afturá saman við flokslæraranum. Samson hevur eitt skaldakent sinnalag, har mangan tað skemtiliga nørir um løtuna, til gleði og gagns fyri onnur.
Ungdómsár
Samson fór ikki í framhaldsdeildina, men fór at arbeiða sum 14 ára gamal t. d. úti á Ísvirkinum hjá Odfríða Haraldsen og byrjaði við skrædlaranum. Her var Stranda Petra formaður. Ja, sum 14 ára gamal stóð hann her, har t. d. Hellu Kristjan stóð við avhøvdaranum og Hanni uppi við Garð við flekimaskinuna. Mangt sjáldsamt ljóði kom undan hesi gongd- somuleiðis orð og setningar. Hetta nørdi um løtuna.
Sum 15 ára gamal fór Samson til Newfoundland á Flemmish Cap við Nesbúgvanum. Ja, tað skuldi altíð eitt gott áræði til at fara so langa leið avstað fyri at fáa eina lunnbót til dagsins yrki og styrki. Samson og tann grøni klæðsekkur hansara vóru javnlíkar, og 4 mans búleikaðu í einum lítlum, trongum kamari. Lítið og einki vatn var at vaska sær við. Nevnast kann, at eftir tveimum mánaðum, varð farið til býin Harbor Grace í New Foundlandi. Tá fóru allir at vaska sær og andlitsbragdið bleiv heilt annarleiðis, so teir kendu næstan ikki hvønn annan,
Eftir hetta fór Samson til Danmarkar – til Hirtshals at sigla. Hann mynstraði við Annu Polaris, sum var gamla Sólborg, sum Eiler Jacobsen hevði átt. Hetta var eitt nótaskip. Fiskað varð í Norðsjónum og Skagerak. Skipari var Arni Andreasen, versonur Sáru og Edvard Heimi við Gjógvará í Fuglafirð - giftur við dóttir teirra, Jansy. Samson var 9 ár í Hirtshals. Hann sigldi nøkur ár við Ariku, sum Hans, beiggi hansara førdi.
Aftur til Føroyar og útróður
Samson fór aftur til Føroyar1987 og fór at rógva út við Brandi, sum Óli Olsen og Hans Petur Hansen áttu. Hetta var ein nýggjur útróðrarbátur bygdur í Brastad millum Ålesund og Molde 1977 úr stáli. Hann varð umbygdur á Skála skipasmiðju 1985 og tók 10 tons meira – 30 túsind pund áðrenn og 50 túsund pund aftaná. Ein sera sjógóður bátur. Tað kendist eins og ein nýggj tíð var komin við hesum vala fari. Róð var út við línu og engt á landi um veturin.
Um summarið varð farið til Íslands við snellu. Oftast varð fiskað í Lónsdýpinum, millum Pappagrunnin og Stoknesgrunnin, sum er ein tann stytsta leiðin millum Ísland og Føroyar. Samson minnist ta einu náttina, tá ið ein uppsatorva kom upp undir bátin, og teir fyltu bátin hesa náttina, meðan fleiri aðrir bátar lógu og drivu. Teir fingu fullan bát og fóru at sigla heim, har onkur umborð á hinum bátunum undraðist yvir, at hann sá so borðfullur út. Hetta var ein sjáldsom uppliving.
1992 fór Samson at rógva út einsamallu. Hann leigaði bát frá Hera Jøkladal, ið æt Kára og var ein 30 fót glasfipur bátur og bygdur í Noregi. Samson engdi sjálvur í kjallaranum heima við hús. Koyrdi stamparnar við einum lítlum Sherry bili út á Ísvirkið, har teir vórðu settir umborð. Tá ið hann kom aftur, varð fiskurin koyrdur út á Toftir til sølu við einum lítlum lastvogni, sum hann lænti frá svágnum, Kára Johannesen. Hetta var ein sjáldsom tíð við hesari gongd.
Eftir eina tíð keypir Samson sín egna bát, sum hann kallar fyri Eyðin, sum hevur eydnuna við sær, heppin og eydnuborin. Hetta er eitt vakurt orð. Báturin var ein 32 fót scania plast. Tað gekst væl við útróðrinum við hesum báti. Jú alt sýntist at ganga væl, og næsta stigi varð at ogna sær ein nýggjan bát av góski slagnum úr Íslandi. Hetta var ein skjóttgangandi bátur, og ein nýggjur egningarskúrur varð bygdur við havnalagið. Tað var Fuglafjarðar kommuna, sum bygdi henda skúr, sum nørdi um løtuna. 2013 selur Samson bátin og fer at sigla við fóðri við Havtindi. Tað ger hann enn, og hetta líkar honum væl.
Kórsangur
Samson er musiskur og musikalskur, og tað hevur altíð verið ein fragd at vera saman við honum.. Marjun, kona Samson, er ættað úr Gøtu og mamma Marjun, Ragna vermóðir Samson, sang við felagskórinum Gøta Leirvik, meðan Bjarni Restorf var kórleiðari. Samson fór at syngja við hesum kóri. Í Fuglafirði hevur Samson sungið við Fuglafjarðar sangkóri, manskórinum og einum sangbólki, sum verður nevndur Vega. Hann hevur altíð nørt um løtuna til gleði og gagns fyri tey , sum vara av og tey , sum hava lurtað eftir ljóminum í hesum bólkum.
Marjun og Samson giftust 15. des. 1990 í gomlu kirkjuni í Gøtu. Tey búsettust í Fuglafirði í húsinum – Mirmansvegi 12, sum Samson átti. Her búgva tey enn. Marjun hevur ríkar listaliga gávur. Hon málar ikki bert natúrina, men eisini fólk. Tað er ikki bert andlitsbragdið, sum hon nørir um, men eisini sálarkervið.
Børnini eru Fritleif, giftur við Elisabeth úr Klaksvík, Sonja, gift við Una Winthereig, Ragna er gift við Karl Løkin og Jákup er 17 ára gamal og fer út á miðnám á Kambsdali eftir summarfríðtíðina. Tey eiga 6 ommu - og abbabørn.
Hjartaliga til lukku við teimum seksti árunum!
Frits, flokslærarin