Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guttormi Sørensen til minnis

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  09.07.2021 - 06:53 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Eitt álitisfult menniskja, systkinabarn og vinur er farin um sýn.

Kært barn har mange navne, sigur danskt orðatak. Heima vart tú kallaður boyggi, ímillum vinir Gutti og eg nevndi teg Guttorm, eins og tey flestu av Hæddafamiljuni.

Hóast vit hava vitað tína lagnu í eina tíð, er hetta óskiljandi, óveruligt og TÓMT.

Sum børn komu vit nógv saman. Uppi á Hædd hjá ommu og abba samlaðust vit øll javnan til føðingardagar, til jólahald eftir túri hvør hjá øðrum og bestu summarferiunar vóru norðan fyri Fjall.

Sum smágenta dámdi mær avbera væl at koma norður til Marnhild mostur at ferðast. Tit búðu inni hjá Ruth ommu og Gutta abba, og kortini var altíð pláss fyri mær. Har vóru bara menn. Vaksnir menn, vaksnir dreingir og smádreingirnir Guttorm, Gundur og Sigmar. So okkara spæl var mest dreingjaspæl. Vit fóru út á Sundi við árabáti, oman á keiina at fiska krutt, og so samlaðu vit fliður, so allur dururin var fullur av fliðum. Eisini fóru vit norður í kioskina hjá Gutta, har eg slapp at standa innan fyri diskin.

Eg minnist eisini stillar og nærverandi løtur, tá vit sótu í dupultseingini á loftinum við glansbíløtum. Vit tosaðu um myndirnar og skiftu um. Tað vóru løtur, har tú ikki bara vart drongurin, sum rann í fjøruni, men eisini tordi at vísa tína bleytu síðu. Eg minnist serliga ta einu ferðina, tá Marnhild mostir hevði lovað okkum pylsur, tá hon kom heim úr kioskini. Tað var ikki gerandiskostur, og tá ið tað nærkaðist, lótu vit spent vindeygað upp fyri at vita, um vit sóu hana koma heim. Soleiðis minnist eg teg sum barn í Hvannasundi. Dámdi at rokast úti við dreingjunum, men dugdi eisini at spæla við meg sum gentu. Tú dugdi at tillaga teg eftir umstøðunum.

Sum vit vuksu upp, skiltust vegir okkara. Tú fórt til Danmarkar í skúla, og vit fingu hvør í sínum lagi familju. Tú fanst tær eina góða konu, og tað var altíð stuttligt at síggja, hvussu væl tú og Ingun hóskaðu saman og stuðlaðu hvørjum øðrum. Hetta hevur myndað tykkum bæði til tað, tit hava verið fyri hvønn annan og fyri so mong onnur.

Tit fluttu heim aftur, og tykkara børn vóru javngomul við okkara børn. So skjótt runnu vegir okkara saman aftur. Tú bleivst fjallmaður á Trøllanesi, og hetta vóru vit sera fegin um. Hóast tú gjørdi lítið burtur úr tær sjálvum, vart tú av raskastu monnum, álítandi og vælgerin.

Tú komst sum oftast norður árla á morgni. Oftani var húskið ikki vaknað, og eg stákaðist í køkinum við morgunmat og kaffi. Tú komst við tínum stilla lyndi, skonkti tær kaffi og fórt oman í stovuna at hyggja út yvir havið og njóta friðin. Eg kendi ljóðið, rørslurnar og gongulagið. Ikki neyðugt at siga tað stóra, bara friður og hvíld áðrenn dagsins gerning. At duga at tiga saman er ein stór dygd, og altíð loyvdi tú friðinum inn í løtuna. Tú dugdi bara at vera.

Ovast á fjalli og seinast úr kjallaranum - soleiðis minnist eg teg. Við róliga lyndi tínum gjørdi tú arbeiðið so nógvar ferðir lættari fyri okkum øll. Strævnu og longu heystarkvøldini gjørdust styttri og lættari saman við tær.

Allar okkara merkisdagar vart tú við. Barnadóp, konfirmatión, føðingardagar, seyðasýning og hvat tað annars kundi vera. Og tú mintist altíð til at taka myndir. Tað gjørdi tú bara, uttan at nakar legði tað til merkis. Alt gekk so ómakaleyst fyri seg. Og hevði eg tørv á at prenta myndir ella seta sangheftir upp, so vart tú altíð til reiðar. Eg haldi meg ikki á nakran hátt hava kunnað lønt tær aftur.

Politiskt vóru vit eisini á somu kós. Tú smæddist ikki burtur at siga, hvør tín ideologi var. At øll skuldu hava somu møguleikar í samfelagnum, somu møguleikar til útbúgving og arbeiði, og at tyngstu herðarnar skuldu bera mest. Her lá tín partur so sanniliga ikki eftir. Tú tókst títt less og nakað væl afturat á tínar herðar. Og tú bar og bar, líka til kroppurin ikki orkaði longur.

Í dag 8. juli fylgdu vit tær til seinasta hvíldarstaðin. Stór mannamúgva úr øllum ættum og í øllum litum. Løtan oman eftir Kirkjubrekkuni kendist himmalsk. Lýkka og fuglasangur, alt og øll gingu í takt, og løtan stóð still. Túrurin út til kirkjugarðin bar dám av einum býi í sorg. Allur býurin stóð stillur, og einasta óljóðið, ið hoyrdist, var maskinan, sum arbeiddi á rennibreytini - tað hevði tú heilt sikkurt onki ímóti.

Orð eru fátøk. Eg kann bara í tí stilla drýpa høvur og minnast teg við takksemi. Stillføri og vitigi vinur mín. Takk fyri alt!

Góða Marnhild mostir við familju og góðu Ingun, Jan Elmar og Kamilla. Tit hava mist son, beiggja, mann og pápa tykkara alt ov tíðliga. Tómrúmið verður stórt og dagarnir tungir. Má Harrin veita tykkum troyst og ugga.

Hvíl í friði góði Guttorm <3

YNWA

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…