Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur hevur sent uppskot til kunngerð um endur- og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar. | Mynd: Egin mynd.

Nú verður møguligt at fáa viðlíkahaldsvenjing

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  09.07.2021 - 14:36 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar.

Frá 1. september 2021 fer Almannaverkið undir at veita viðlíkahaldsvenjing til fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar.

Endamálið við kunngerðini er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Og ætlanin er, at taluvenjing eisini verður ein partur av viðlíkahaldsvenjingini.

Fyri at gera tað einfaldari fyri borgaran, er endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing samlað í einari kunngerð.

Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið í 2021, og verður tænastan útbygd sum frálíður.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…