Lýsing
Lýsing

Føroyaleikir settir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  09.07.2021 - 18:31 Ítrottur Mentan Tíðindi

Fyri løtu síðan vóru Føroyaleikir settir í Klaksvík. Judo kappingarnar eru longu í gongd, meðan FM í triathlon verður seinni í kvøld. Føroyaleikir verða leiktir í fýra ymsum kommunum í landinum, nevniliga í Klaksvík, Vági, Runavík og Tórshavn.

Setanin byrjaði við, at Klaksvíkar Hornorkestur spældi, meðan luttakarar gingu inn á vøllin. Síðani beyð borgarstjórin, Karl H. Johansen, vælkomin, har hann m.a. segði nøkur orð um lokalu eldsálina, Guttorm Sørensen, sum andaðist síðsta leygardag.

Eisini varð hildin tøgn í ein minutt at minnast um Gutta.

Eftir tað helt Elin Heðinsdóttir Joensen, ISF forsetin, røðu.

Aftaná vóru gestirnir bodnir til kaffi og okkurt søtt, meðan Anna Lovisa Mýri spældi nøkur løg.

 

Røðan, sum borgarstjórin, Karl H. Johansen, hevði - at minnast Gutta:

Góðu tit øll!

Seinastu dagarnir hava verið merktir av, at ein virkin býarmynd er farin um sýn.

Guttorm Sørensen hevur verið ein stór fyrimynd, tá ið talan hevur verið um frælsan ítrótt.

Gutti var alt tað, sum sett verður í samband við eitt fyrimyndarligt ítróttarfólk. Fyri mangar rennarar hevur hann verið ein leiðistjørna, sum hevur eggjað óroyndum og royndum íðkarum, at røkka úrslitum, sum fyri mong hava virkað stór. Men onki mál var ov stórt fyri Gutta. Alt sum hann tókst við var fyrimyndarliga væl skipað. Heilt til tað síðsta.

Bert tveir dagar, áðrenn hann andaðist hevði hann sín síðsta fund við umsitingina í Klaksvíkar kommunu og aðrar eldsálir í Treysti. Fundurin var hildin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har seinasta hond var løgd á fyrireikingar í samband við rennibreytina, sum hann eigur so stóran lut í.

Í gjár fylgdu vit Gutta til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum.

Gutti var ímyndin av frælsum ítrótti, og er tað við sorgblídni at Føroyaleikir í ár verða settir, men tað er við stoltleika, takksemi og ríkum minnum, at vit minnast fyrislóðaran, eldsálina og býarmyndina, Guttorm Sørensen.

Æra veri minnið um Gutta.

Eg vil nú heita á tykkum um saman við mær at halda tøgn ein minutt, har vit minnast Guttorm Sørensen.

Takk fyri!

Eftir tøgnina spældi Klaksvíkar Hornorkestur ”Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn”. Á enskum, Abide with me.

 

Setanarrøðan hjá borgarstjóranum

Góðu íðkarar, venjarar, hjálparfólk og góðu viðhaldsfólk

Oyggjaleikir seta vit í samband við summar, spenning, samanhald og stríðsvilja.

Líka síðan 1985 hava íðkarar úr øllum landinum staðið saman undir Merkinum, tá ið Oyggjaleikir hava verið settir.

Umstøðurnar seinastu tvey sumrini hava tó ikki loyvt hesum. Nú nærkast vit spakuliga eini tilveru, har Oyggjaleikir aftur kunnu savna ítróttargreinar og smáu oyggjasamfeløgini til spennandi og fjølbroyttar kappingar.

Sjálvur havi eg ongantíð luttikið á Oyggjaleikum, men eg havi altíð fylgt væl við, tí mær dámar ómetaliga væl ítrótt. Allan ítrótt.

Tað sum ítrótturin gevur, kann illa lýsast í fáum orðum, men eg fari at royna kortini.

Fyri meg er ítróttur:

Spenningur, samanhald, gleði, øði, stoltleiki, stríðshugur, men fram um alt felagsskapur og góða kenslan av einum serligum liðanda.

Óansæð, um talan er um liðítrótt ella einstaklingakapping, so eru øll knýtt at einum felagsskapi, sum onkursvegna stuðlar undir og eggjar leikarum at útinna tað, sum tey elska – nevnliga at íðka.

Felagsskapurin sum er millum íðkarar til slíkar leikir er heilt serstakur. Hendan felagsskapin hava tit, sum skipa fyri, eisini lagt tykkum eftir at skapa.

Við at bjóða íðkarum at búgva í økinum, har leikirnir verða spældir, eru tit við til at styrkja felagsskapin millum íðkarar samstundis sum tit eru við til at geva íðkarum ein rættan legustemning, sum vit eisini kenna frá Oyggjaleikunum.

Tí vil eg fegin nýta høvi at rósa ÍSF fyri at hava fyriskipað Føroyaleikir á hendan hátt.

Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og bíða eftir, at vit aftur kunnu luttaka til Oyggjaleikir, so hava tit brett upp um armar og skipa soleiðis fyri, at heili 19 ítróttargreinar fáa møguleika at dystast.

Tað er ómetaliga stuttligt.   

Í Klaksvíkar kommuna eru vit errin av, at verða partur av Føroyaleikum. Klaksvíkar býráð leggur nógva orku í at menna umstøðurnar til ítróttin.

Tí vilja vit sjálvandi stuðla undir og verða við til at menna Føroyaleikir, sum arbeitt verður við at gera til ein fastan tátt tey árini Oyggjaleikir ikki eru. 

Um alt gongst sum ætlað, so verða Føroyaleikir aftur í Føroyum í 2022. Tá kann Klaksvíkar kommuna bjóða eitt nútímans stadionøkið, har bæði vallarumstøður, rennibreyt og svimjihøll kunnu hýsa fleiri leikum.

Tað er sjálvsagt okkara vón, at vit eisini tá kunnu gerast ein virkin partur av leikunum.

Góðu tit øll!

Til seinast vil eg nýta høvi at takka øllum sambondunum og øllum teimum sjálvbodnu fyri tað megnar arbeiði, sum verður lagt í leikirnar.

Og til tykkum íðkarar: Góða eydnu og góðar leikir.

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…