Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevna kontra Ólavsøka??

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.07.2021 - 09:16 Lesarabrøv Mentan

Um vit brúka vit og skil – kunnu vit skapa rúmd fyri øðrum stevnum.

Sum støðan er í løtuni eiga vit at avmarkað tiltøk sum savnað nógv fólk. Hetta behøvist ikki at merkja at ØLL stór tiltøk SKULLU avlýsast.


Tað var rætt av fyriskiparunum av G-festivalinum at avlýsa sum støðan er í løtuni og á henda hátt at avmarka smittuvandar.
Støðan kann verða ein onnur tá Ólavsøkan og Summarfestivalurin skullu verða – tí støðan við smittuvanda broytist leypandi.


Tað er frustrerandi at verða noyddur til at avlýsa tiltøk, men at øsa hvønn annan upp gagnar ikki nøkrum.


Endamálið er at AVMARKAÐ smittuvandarnar og tí eiga vit heldur at fegnast um tey tiltøk sum kunnu verða, og ikki seta tiltøk upp ímóti hvørt øðrum. Tað er ikki rætt at siga: “Er eingin Norðoyastevna – so skal heldur eingin Ólavsøka verða...”


Sjálvur var eg sum fyriskipari noyddur at góðtaka at vit máttu avlýsa Sjómannadagin og tað var ikki ein løtt avgerð at taka skal eg heilsað og siga. At vit ikki hava havt Sjómannadag tvey fylgjandi ár svíður eisini peningaliga hjá fleiri (træseglskip, feløg og so fram) – men partarnir skilja støðuna og eingin hevur mukka um endurgjald og tað kunnu vit sum fyriskiparar fegnast um.


MEN - við at avlýsa/avmarkað smittuvandarnar á Sjómannadøgunum eru vit sum fyriskipað kanska við til at gera tað ráðiligt hjá øðrum fyriskiparum at halda sínar stevnur, tí samlaði smittuvandin minkar - hvør veit?


Heldur enn at illgita hvønn annan áttu vit heldur at fegnast um tað frælsi, sum vit í Føroyum hava notið, meðan onnur lond hava verið avbyrgd og fólk í hópatalið hava latið lív.


Sjálvt um eg fái skotið í skógvarnar at verða partamaður løgmanns, so haldi eg at føroysku myndugleikarnir hava valt rættu strategiina, tá teir valdu at kunna fólk um smittuvandar so fólk sjálvi kundu verða ílætin til at síggja vandarnar og sjálvi taka støðu.


Eg vóni so inniliga fyri tey sum elska at halda Ólavsøku fáa møguleika til tað – sjálvur verði eg vónandi sum hjálparfólk á barnalegu vesturi á Zarepta – sum vónandi ikki verður avlýst aftur í ár.


Annars ynski eg øllum eitt gott summar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…