Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á ólavsøku í 2020 vórðu tilmælini alt annað enn hildin, og hóast ongin skipaður miðnáttarsongur var, stóðu fólk sum sild í tunnu á miðnátt 29. juli. | Mynd: Skíggjamynd frá vp.fo.

Snýr alt seg bara um at ganga skrúðgongu?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2021 - 20:30 Leiðarin Politikkur

Løgmaður og Landsstýrið hava júst trýst G!-festivalin til at avlýsa við alment at seta festivalin í ringt ljós og við at lokka fyriskipararnar við pengum í endurgjaldi. At enda hoknaðu fyriskipararnir undir trýstinum. Í hølunum á tí kemur andstøðutingmaður og ynskir drotningavitjanina avlýsta. Men báðir tykjast vera á einum máli um, at størsta og harvið vandamiklasta tiltakið av øllum, ólavsøkan, má og skal haldast. Hetta hóast at so seint sum í dag er staðfest eitt smittuútbrot í SMS í sama býi.

Tað er undarligt, at tað skal vera so umráðandi fyri ávísar politikarar, at eitt so stórt tiltak verður fyriskipað áðrenn 1. august. Í kjakinum á sosialu miðlunum vil onkur vera við, at ólavsøkan skal vera ein “tjóðarhátíð” og harvið meira umráðandi enn festivalar, aðrar summarstevnur og drotningavitjan. Hetta er bara ikki so. Ólavsøkan er ongantíð viðurkend sum føroysk tjóðarhátíð, og hóast vanligt at hoyra, byggir tað ikki á nakað grundarlag.

Tað er lítið sannlíkt, at tað fer at bera til at halda eina ólavsøku, ið er forsvarlig, havandi heilsufakligu tilmælini í huga. Roynt varð í fjør við eini avmarkaðari ólavsøku úti í grannaløgunum, men tann royndin miseydnaðist fullkomiliga. Eftir at hava fingið meira enn ríkiligt upp í høvdið, fingu fleiri “bjarta” hugskotið at ganga húsagongd ímillum grannalagsveitslurnar. Og hóast avlýstur, stóðu fólk sum sild í tunnu á Vaglinum, tá miðnáttarsangongurin átti at verið.

Tað lønti seg eisini aftur í gráum kálvsskinni, og vit fingu eitt tað størsta Corona-útbrotið stutt eftir ólavsøkuna í fjør. Yvir túsund fólk máttu í sóttarhald, og bilrøðirnar til at verða kannað fyri Covid-19, vóru onkuntíð upp í 5 tímar langar, serliga til Landssjúkrahúsið. Í 2020 máttu vit føroyingar bøta í dýrum dómum fyri at halda eina ólavsøku “uppá troðs”; eina ólavsøku, sum sjálvandi ikki átti at verið hildin.

Tá vit nú hava hesar ringu royndirnar at hyggja aftur á, tað undrar tað stórliga, at løgmaður og aðrir topppolitikarar skulu insistera so harðliga upp á at síggja burtur frá tí heilsuliga og halda ólavsøku. Mest sannlíkt fer tað eisini at løna seg aftur í gráum kálvskinni í ár, og enntá borgarstjórin í Havn hevur verið frammi og havt ein sunnan skepsis, tó at hann enn ikki mælir beinleiðis til at avlýsa alla søkuna.

Sum Høgni í Jákupsstovu so greitt vísti á í Degi og viku 9. juli, so er Landsstýrið við at missa sín legitimitet. Serliga tí ongin konsekvent linja er at hóma. Tinganes mælir til at avlýsa hetta tiltakið, men so halda hitt tiltakið, uttan nakra reyða linju. Ongin skilir, hví tað ikki skal bera til at halda G!-festival við kanska 4.000 fólkum, tá ólavsøkan við kanska 20.000 uttan víðari kann verða hildin.

Løgmaður hevur framvegis høvi og tíð til at taka annað skinn um bak, og harvið vinna fólksins álit aftur. Latið okkum nú ríða stormin av, fram til at 80% eru fult koppsett, og so kunnu vit gjarna halda eina rimmar veitslu í øllum landinum tá.

Men vælsignaðu politikarar, endurtakið ikki feilin frá í fjør við at halda ólavsøku. Tit fáa nógv betri PR við hesa ferð at sýna ábyrgd og avlýsa ólavsøkuna, enn hvat ólavsøkuskrúðgongan nakrantíð fær givið tykkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…