Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Martin Mikkelsen, sP/f Klaksvíkar Byggivirki, Kristian Olsen, Johan Mikkjalson Joensen, Eyðun Thorgeirson og Eyðstein Sivertsen allari sP/F Norðhús

Nakrar hendingar á Langubrekku

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.01.2019 - 12:54 Eldri tíðindi Tíðindi

Tað man vera mangur sum situr inni við góðum minnum frá Langubrekku ella Klávusarbrekku, sum eg plagdi at hoyra Hans Jakka hjá Dáva taka til, tá hann umrøddi skíbreytina hjá okkum.

Úr greinasavninum 06.10.2006 - 10:55;:

Mammubeiggi fekk skíðina í nakkan
Fyrsta hending eg minnist frá Langubrekku, var tá mammubeiggi mín mundi forgjørt sær.
Hvat hendi og ikki er ein sonn gáta fyri okkum í familjuni, men í øllum førum var hann komin gjøgnum tronga portrið í grótgarðinum.

Brádliga gerst hann áhaldsin, dettur framav og so er blackout.
 
Hann hevdi sjálvandi eyðkendu "sparkiskíirnar".
(Vanligt var at verða í gummistilvum og síðani sparkaði ein stivlan í eitt spenni og legði ein "jarnfjøvur" afturum halin á stivlanum. Ein var so fastspentur í skíðirnar at sjálvt um ein datt so misti ein ikki skíðirnar)
 
Mammubeiggi dettur - vit halda frameftir rommum - bóltar øvugt rút og far forendan á skíðifjølini í nakkan - fekk hol á høvdið og bløddi illa.
 
Vit smádreingir hava mangan roynt at endurspælt hesa hending, men ongantíð eydnaðist okkum at fáa skíendan í nakkan so tað er sum sagt eitt satt mysterium hvussu hetta kundi lata seg gera.
 
Eitt veruligt black-out
Í 80-unum høvdu vit fleiri góðar kava vetrar. Vit stóðu nógv á skí og serliga eitt árið lá stórkavi leingi. Eitt kvøldið fór at regna - men dagin eftir var aftur frost - og nú gjørdist skíbreytin til ís.

Banin var so harður at tað bar væl til at standa á skøtu oman gjøgnum brekkuna - men fleiri meinslaðu seg illa tá tey duttu. M.A. minnist eg at Hans Arne Bertholdsen fekk hol á høvdið.

- Eg haldið tað var Gulak Matras sum skíðaði uppá sín egna fingur - eitt avrik sum sjálvt teir professionellu ikki hava megnað at gjørt honum eftir.

- Ringast varð tó hjá Petur Mikkelsen.

- Eg minnist at hann kom við toruferð oman gjøgnum langubrekku.

- Lágur - lág væl á vegnum - og ferðin bara øktist oman móti grótgarðinum. - Sum eitt fok fór hann gjøgnum portrið - byrjar at snara til vinstru fyri at sleppa undan eini hessju -  men brádliga snarar hann 90 gradir og við fullari ferð inn í garðin hjá Jógvan Petersen og svímar!

- Hetta var øðisligt fyri okkum og eg minnist ikki um hann breyt nakað men eisini her spældi væl av - hóast tað tók nakrar dagar hjá honum  at koma fyri seg aftur. Haldi at hann endaði á sjúkrahúsinum - men hann var skjótur aftur á skíbreytini

Tá Modi fór gjøgnum hegnið
Eitt kvøldi koyrdu jeepar skíarar frá Hæddini niðan til brunnarnar á Fossum og hiðani varð skreitt oman gjøgnum Langibrekku oman á Hædd har jeeparnir tóku í móti.

Vit høvdu staði á skíð allan dagin og um kvøldið var somikið av vindi og heglingi at flestu  vóru farni heim.
Men so komu Modi og Eyðun Rasmussen við hvør sínum jeepi og við teimum nøkur ung fólk. Vit gjørdu so nakrar túrar, men veðrið bara versnaði og at enda avgjørdu vit at gevast.
Men sjálvandi skuldu vit ein seinasta túr. Sjálvur var eg við í bólkinum, sum var við jeepinum hjá Moda.
Eg minnist at Esmar og Elian eisini vóru í hesum bólkinum og tá vit vóru koyrd seinasta túrin var veðrið rættuliga ivasamt og sýnið sera vánaligt. Tó kendu vit banan sum okkara egna buksulumma og tí væntaðu vit ongar trupuleikar.

Jeepurin steðgar  omanfyri Langubrekku  og skjótt varð atborið og í kavarokinum hómaðist ein strípa av skíðarum  fara sendandi oman gjøgnum náttarmyrkri.

Komnir oman móti Langubrekku steðga vit á og nú gerast vit varug við at ljóskastararnir eru sløktir.

(Á langubrekku vóru vit útgjørdir við fýra ljóskastarum - sum skífelagið hevði lænt)


Skíarnir sum vóru farnir undan okkum hildu óivað at teir vóru seinastir og tí høvdu teir sløkt ljósini.

Men tað sum vit hvørki sóu ella vistu var at teir eisini høvdu spent hegnið fyri banan - sum gekk gjøgnum grótgarðin.

(Okkum var lagt eina við at steingja hegnið aftur tá vit vóru lidnir tí annars slapp seyðurin oman í býin.)


Meðan undirritaði, Elian, Esmar og aðrir standa ovast á langubrekku og skimast út í myrkri, kemur Modi flúgvandi framvið okkum, heilsar og setur kós út í myrkrið oman gjøgnum brekkuna. Vit ivaðust ikki! - Fyrst Esmar so eg og síðan Elian leggja aftaná Moda.

Komnir oman móti grótgarðinum síggi eg Moda og Esmar liggja á bananum beint innan fyri portrið í grótgarðinum. Eg slapp tó framvið teimum og sama gjørdi Elian.

Tá Esmar og Modi endiliga kom oman á Hædd greiddu teir frá at onkurt reyvarhol hevði latið hegnið tvs. portrið í grótgarðinum aftur. 

Modi greiddi frá at hann sá so at siga einki og helt tí væl standa til meðan hann fór oman gjøgnum langubrekku. Í myrkrinum og heglinginum royndi hann bara at sigtað eftir portinum í grótgarðinum. Men komin í portrið bleiv hann jarðlagdur við brestin - Tað var sum um onkur ovursterk hond fekk fatur á honum.

- Tíbetur - heldur eingin skaði stóðst av hesum.

Nógv annað kundi at verið sagt frá, sum tað ferðina syskinabarnið Jákup breyt armin tá hann rendi á grótgarðin.................

.... ella tá Sørin Bertholdsen, Janus hjá “Sámal hjá Barbu”, Jóan Magnus Jóhannesen, lærdu at standa á skíð........


John William Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini