Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frumvinnan – avleiddar vinnur almenn umsiting - avleiddar vinnur

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  12.07.2021 - 09:17 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nývalda býráðið eigur at fremja eina kanning av, hvussu tað hongur saman, at Klaksvík við lægsta arbeiðsloysi enn liggur lægri í lønarútgjalding enn miðal fyri Føroyar

 

Í Klaksvík hevur seinastu tvey/trý áratíggjuni eftir kreppuna í 1990unum verið verulig menning við avleiddum vinnum, sum í stóran mun eru sprotnar og mentar av ali- og fiskivinnuni. Fleiri av fyritøkunum eru  á høgum tøkniligum støði, sum við grundarlagi úr okkara framleiðslu- og útflutningsvinnu hava ment seg við dugnaskapi og nærlagni!

 

Við gløgni og íverksetanartrongd

Hendan menning er m.a. komin av, at Norðoyggjar liggja í avgjørda lægra endanum við sjáldsama lágum arbeiðsloysi í løtuni 0,9%!

Av fleiri enn sjey-átta av hesum fyritøkunum, sum seinastu árini eru mentar meira, eru umleið 300 starvsfólk knýtt at hesum fáu fyritøkum.

Hendan menning er ikki komin eftir einum ári, ella tíggju árum, men við tógvið stríð – fleiri tíggjuáraskeið - við lítlum fyri ikki at siga ongum almennum stuðli, men við gløgni, dyggum íverksetanaráræði og -arbeiðssemi, neyvari stýring, gransking og við at fylgja við útviklinginum.

 

Tóku møguleikan av trongd

Søguliga - í nýggjari tíð - fekk hendan (endur)menning sítt grundarlag fyrst í 1990unum undir kreppuni, tá allar Føroyar vóru í undataksstøðu. Hesa tíðina vóru fá sum vildu seta pening og kapital í skip og virkir, meðan aðrir  váðaðu nógv og flestu teirra hús og heim. “Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna”.

Tað fór tíbetur at ganga væl og betri enn flestu roknaðu við, samfelagið og samfelagsbygnaðurin broyttist, eisini stjórnarhátturin innan privatu vinnuna.  Hesir djørvu borgarar, har eisini m.a. fakfeløg skoraðu undir, bardu seg við váðafúsaum íløgum fram til tey skip og virkir tey komu at reka. – Hetta er als ikki nakað, sum var givið teimum, men tey tóku høvið, hóast hóttafall lá fyri dyrnar, tí onkur mátti gera tað! – Hetta er komið væl við í Norðoyggjum.

 

 

Munur á tryggum

og ótryggum inntøkum

Hugsa vit nú um avleiddar vinnur av frumvinnuni, sum  Klaksvík fyri størsta partin livir av, hevur tryggleikin mangan í søguni verið álvarsliga svikaligur við upp- og niðurgangandi lønarútgjaldingum og hartil lægri lønarúgjaldingum samfelt. Sammeta vit við avleiddar vinnur, sum almenn umsiting gevur, sum høvuðsstaðurin livir av, við tryggum, hægri og vanliga støðugt  hækkandi lønarlagi, so er ein risamunur á yvirorðnað.

 

Fari tí at heita á okkara nývalda býráð  at fremja eina neyva kanning av:

  • Hvør er orsøkin til, at Klaksvík, sum liggur ofta við lægsta  arbeiðsloysi – í løtuni 0,9% -  liggur við lægri lønarútgjaldingum enn miðal er fyri alt landið og nógv minni enn høvuðsstaðurin. – Hetta er til afturvendandi skaða   við vantandi inntøkum í kommunukassan.

 

Frumvinnan  við avleiddum vinnum hevur hørð krøv til íleggjarar við ofta ótryggum íløgum, har upp- og niðurgongdin merkist og er skjót. Her hava vit mong dømi, tá kreppur hava verið.

Almenn umsitingin við avleiddum vinnum hevur í mestan mun landskassa-íløgur við tryggum íløgum, har upp- og niðurgongdin tekur longri tíð og merkist ikki so væl. Her hava vit eisini mong dømi, tá kreppur hava verið.

Vónandi kunnu vit fáa eina neyva kanning setta í verk og grundarlag at virka útfrá við einum úrsliti, sum vísir støðuna, tí her er okkurt og helst  meiri enn tað, sum átti at givið meira. – Klaksvík hevur tað kortini gott, men kann og eigur at hava tað uppaftur betri.

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast