Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alternativ til bankarnar krevst

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  15.07.2021 - 07:36 Politikkur Tíðindaskriv

Tjóðveldi stuðlar fakfeløgunum í at seta á stovn ein alternativan banka. Og Tjóðveldi fer enn einaferð at leggja fram uppskot fyri Løgtingið, sum tryggja løntakaran ímóti gjøldum og negativari rentu frá bankunum.

Tað gerst bara dýrari og dýrari, at vera vanligur kundi í bankunum. Fólk eru við lóg áløgd at fáa sína løn útgoldna í peningastovni, og hetta taka bankarnir seg ríkiliga væl betaltar fyri. 
 
Fólk hava ilt við at trúgva frekleikanum. Nú skal enntá gjaldast eyka fyri pensjónsuppsparing. Ikki ber til at taka sín egna pening út við diskin ella í sjálvtøkum í stórum pørtum av landinum – og tað kostar upp í 50 krónur. Og tað kostar nú eyka at flyta sín egna pening á einum netbanka, sum bankarnir avreiddu til útlendskar spekulantar at tjena uppá.
 
Eisini tí er uppskotið hjá fakfeløgunum um ein øðrvísi banka sera kærkomið.
 
Vit hava tørv á einum øðrum slag av banka í Føroyum, har samfelagsgagn, íløgur í fólkið og einari burðardyggari framtíð viga meira í roknskapi og á botnlinju.
 
Ein banki við samfelagssinni, ið tjenar pengar fyri at vera til, men er ikki til fyri at tjena pengar. Ein fíggingarstovnur, ið kann lúka kapitalkrøv og vera tryggur. Og ikki bert skal lúka krøv um risastór avkast og vera tryggur hjá kapitaleigarunum.
 
Vit hava í hesum valskeiði lagt uppskot fram um at banna negativari rentu á lønarkontu og pensjónsuppsparing. Vit hava lagt uppskot fram um møguleika fyri almenna lønarkontu. Og vit hava lagt uppskot fram um betri fíggingarmøguleikar til hús og bústaðir uttanfyri miðstaðarøkið.
 
Hesi uppskot kunnu øll samantvinnast við uppskotið hjá fakfeløgunum um alternativan banka. Og landið kundi eisini stuðlað og verið partaeigari í einum felags átaki um alternativan banka.
 
Meðan arbeitt verður við hesum, fer Tjóðveldi eftir ólavsøku at leggja fram aftur síni uppskot, sum tryggja:
 
– At mark verður sett fyri, hvørji gjøld bankarnir kunnu krevja á lønarkonto
 
– At lønar- og penjsónskonto verða undantikin negativari rentu
 
– At fíggingarmøguleikar eru til hús og bústaðir uttanfyri miðstaðarøkið.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…