Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór ónøgd norðanfyri um nýggju ferðsluljósini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.07.2021 - 13:44 Myndarøð Tíðindi

Ein núggj ljósskipan er sett upp kring tunlarnar norður um Fjall. Men norðanfyri kenna fleiri av teim fastbúgvandi nýggju skipanina, sum eitt haft í dagligu ferðslu teirra til Klaksvíkar og meginøkið.

Ísak Petersen, skipari, sum býr á Viðareiði skrivar soleiðis á sínum facebookvanga:

Hetta reyða ljósi ger tað ikki meira liviligt hjá okkum, sum búgva norðanfyri tunlarnar, tey flestu eru noydd at koyra 2 til 4 ferð ígjøgnum tunlarnar um dagin og at brúka uml. 1 tíma um dagin frammanfyri reyðum ljósi gongur also ikki. Øll hava annað at brúka tíðina til enn at standa stóran part av degnum til at bíða eftir grønum ljósi.
Her var ein skipan, sum riggaði heilt ok, sum foraði fyri at meira enn ein stórur bilur var í tunlinum í senn, so hví ikki fáa tað skipanina at rigga aftur?
Hjá okkum sum hava børn, við frítíðarítriv í Klaksvík, arbeiði hinumegin tunlarnar og nógvar aðrar neyðugar túrar ígjøgnum tunlarnar, ger hetta lívi sera trupult, og tað, sum hevur veri óhugsandi er slett ikki so veruleikafjart, nemliga at flyta aðrastaðni at búgva, har tað kann vera lættari at fáa alt at passa saman og vit kunnu møta til tíðina.
Henda ljósregulering riggar sikkurt fínt til tey, sum koma norðureftir einafer um árið, men er ein stór plága fyri tey flestu, sum hava hetta sum lívæðr til umheimin.
Hetta hevur bara gjørt kaos í tunlinum, gjørt flest fólk norðanfyri sera ónøgd og má fáast vekk sum skjótast og fáa tað gomlu skipanina at rigga aftur.
Hetta bøtur einki um trygd, hvat tá brandbilar og sjúkrabilar skulu ígjøgnum og 30 bilar eru mótkoyrandi og hindra hesum akførum óneyðugt.
Hvat tá 25 bilar fara inn í tunnilin og tað kemur eldur í fremsta bilin mitt í tunlinum, 15 min seinni er grønt ljós hinumegin tunnilin og aðrir 30 bilar koma inn í tunnilin, nei eg tori ikki at hugsa um avleiðingarnar.
Um hetta er tað borgarstjórarnir í norðoyggjum hava biði Landsverk koma við, haldi eg tey mugu biða um nýggjan fund og koma við einari betri loysn.
Ok eg kann gott skilja at Borgarstjórin í Klaksvík vil hava hesa skipan, fyri at fáa fólk at flyta suðurum tunlarnar og kanska fleiri so koma í hansara kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…