Lýsing
Lýsing
Lýsing

Annar partur: Um Heltnina og Eysturhøvda

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.07.2021 - 11:57 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú eru vit undir suður og eystursíðuni av Svínoynni. Av Lishøvda á Borðoynni sigldu vit yvir á Heltina á Svínoynni. Framvegis var fitt av fugli at síggja, allan vegin fram við Ritubarmi, Áarbergi, Nevinum, ikki minst Suðuri í Ur.

Nakað av kópi heilsaði okkum eisini, teir fáa ivaleyst góðan frið fyri byrsu her, tí teir tóktist vera sera spakir og fluttu seg ikki langt undan okkum.

Komnir um Høvdan kundu vit sjálvandi ikki lata vera við at fara ígjøgnum Glygg. Glyggur er góður at sigla ígjøgnum ein slíkan góðveðursdag. Sum sæst á myndunum, so er ein lítil fles har á leiðini, ið ansast skal eftir um man hevur hug at sigla ígjøgnum.

Við lundaskor var væl av lunda at síggja, bæði á landi og flúgvandi. Lítið er at ivast í, at har hevði ein kunna fingið nakrar lundar við stong, ongin ivi um tað.

Eg komið altíð aftur á orðini hjá Roberti Joensen sála, tá hann segði við meg, at “Hann, ið ikki hevur róð fram við landi í Føroyum, hevur ikki verið í Føroyum”. Tað má eg eisini sanna nú vit fara spakuliga fram við Svínoynni í Spógvanum, Bert spell, at myndatólini ikki megna upplivingina so væl sum eyguni. - Tó, eg haldi at lesarin fær eina hóming av vakurleikanum fram við klettunum.

Sigast skal, at myndirnar eru frá tveimum ymiskum fototólum. Tær fyrstu frá einum tóli og teir seinastu frá einum øðrum tóli.

Ná men komnir norður ella eystur á Dragan og vit fingu  hóming av Dragabergi, valdu vit at leypa bygdina og víkina um og sigla yvir á Eystasta Nes og Eysturhøvda.

Komnir undir Eysturhøvda sóu vit yvir á Kirkju og Fugloynna og valdu at seta kós ímóti Hattarvík.

Túrin um Fugloynna koma vit til seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy
Politiska landslagið í broyting
Starabúrið út at ferðast
Við mikrofon­ini á valfundi á Skúlatrøð
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna
Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Sleppa øll við?