Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summartiltøk í Mikladali

SKRIVAÐ: Visit Kalsoy  |  22.07.2021 - 12:54 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 23. juli og leygardagin 24. juli 2021 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Orsaka av korona verður onki eydnuhjól í ár, har fólk vanliga standa tøtt inni og myntir skifta hendur alla tíðina. Roynt verður at vera so lítið innandura, sum til ber.

Borð verða sett upp á øllum trimum loftshæddum í Innistovu, so tá fólk hava hug at sita inni, skulu tey kunna sita so spjødd sum til ber.
Ístaðin fyri eydnuhjólið verða lutaseðlar við nógvum lutum seldir. Felagið vónar, at fólk fara at bera yvir við avlýsta eydnuhjólinum og fara at taka væl undir við lutaseðlunum, sum verða trektir leygar-kvøldið kl. 21.

Ístaðin fyri eydnuhjól leygarkvøldið verður konsert í Túninum frá kl. 19 til 21 við Astu og Ingibjørg.

Øll eru vælkomin.

Skráin er hendan:

Fríggjadagin 23.juli:
Kl. 20 Lutaseðlasøla byrjar - trekt verður leygarkvøldið.
Gekkur í Innistovu.
Kl. 21 Kvøldseta við sangi
Kaffi og køka verða at fáa

Leygardagin 24.juli:
Kl. 11 Aðalfundur í Innistovu
Kl. 13.30 Lutaseðlasøla byrjar – selt verður gjøgnum allan dagin
Kondibingo niðan Háls
Kafé í Innistovu
Kl. 15 Grillað seyðakrov
Pylsugrill
Tombola
Kl. 17 Støðgur
Kl. 19 Konsert í túninum við Astu og Ingibjørg
Kl. 21 Trekkja lutaseðlar
Kl. 21.30 Liðugt.
SAM siglir av Syðradali kl. 22.35.
Bussamband frá øllum bygdum.
.
SAM siglir vanliga rutu fríggjadagin, meðan leygardagin er túrurin úr Klaksvík kl. 14 framskundaður til kl.12, og túrurin kl. 17.15 úr Klaksvík fluttur til kl. 18.30. Hetta orsaka av flutta kappróðrinum frá Norðoyastevnu, sum verður hildin hendan dag í Klaksvík.
Tvs. SAM siglir ongar túrar millum kl. 12 og 18.30 úr Klaksvík til Syðradals.

Øll eru vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper