Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áheitan á SSL um samferðsluna í Kalsoynna og Svínoynna

SKRIVAÐ: Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri  |  22.07.2021 - 13:50 Politikkur Tíðindaskriv

Eg fari við hesum at heita á Strandfaraskip Landsins, um at skipa samferðsluna betur, tá ið skip fara til umvæling og tá ið aðrar broytingar eru á leiðunum

Tit mugu kunna um broytingarnar í góðari tíð, soleiðis at fólk á útoyggj, ikki hava trupulleikar, hvørja ferð onkur broyting er. Kunningin kann ikki koma, so stutt frammanundan at broytingarnar verða settar í verk.

Arbeiðið má verða lagt betur til rættis, bæði tá ið skip verða tikin úr sigling og tá ið smærri tillagingar eru.

Arbeiðið má verða meiri langsiktað. Tað kann ikki koma óvart á leiðsluna í SSL, hvørja ferð eitt skip skal til klassing. Tað eru heilt greiðar reglur um slíkt, so tað vita tit fleiri ár framm í tíðina.

Tað burdi ikki verið neyðugt at fortalt fólki, hvørs dagliga yrki er í Suðuroynni, at skipini eru lívsæðrin hjá teimum sum búgva á útoyggji.

Eg fari eisini at heita SSL um at seta kunningarskermar upp við fergulegurnar, soleiðis at fastbúgvandi - og ferðafólk verða kunnaði um galdandi ferðaætlan og  um eventuellar broytingar.

 

Eisini ein áheitan á landsins mynduleikar um at koma við einari útmelding um, hvørjar framtíðarætlanir eru um ferðasambandið út til oyggjarnar. Bæði Ritan og Sam eru gomul skip, frá ávíkavist 1971 og 1975. Og tey blíva bara dýrari at reka fyri hvønn túr.

Tí fari eg at heita á mynduleikarnar um at fyrireika undirsjóvartunnlar nú.

 

Atli S. Justinussen

virkandi borgarstjóri

í Klaksvíkar Kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…