Lýsing
Lýsing
Lýsing

Triði partur: Fram við landi í Fugloy

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.07.2021 - 15:37 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá vit vóru undir Eysturhøvda á Svínoynni gjørdu vit av at halda tvørtur um Fugloyarfjørð til Hattarvíkar. Ikki at siga, so er hann versonur mín og bóndi har, so vit roknaðu kanska við einum kaffimunni eftir at vit nú høvdu siglt einar fýra tímar fram við landi.

Ongin var á støð, tá vit løgdu at skamt frá Kellingará, men skjótt kom lív í. Meðan vit ganga at húsum, bresta vindeyguni upp hjá bóndanum, Símuni Gullaksen og bóndin rópar á okkum og sigur at hann hevur gjørt kaffi.

Vit fingu eina sera hugnaliga løtu í Hattarvík saman við bóndanum. Men vit ætlaðu longur fram á ferð okkara, so aftaná ein góðan kaffimunn og eitt gott prát, millum annað vísti Símun okkum á tað hann fekst við at smíða fyri tíðina, loystu vit og hildu fram á ferð okkara.

Tætt fram við landinum út eftir víkini um Títlingagjógv og um Múlan. Síðani um Enni, Tangan á Barmi og Dúvuberg innan fyri Stóra skeri, Undir Leypuskor og Sjúrðarberg.

Sera nógvur fuglur var at síggja allan vegin, bæði á flogi og á sjónum.

Kóparnir sóu út til at hava tað gott her. Teir lógu næstan á hvørjum skeri, sum vit komu fram við, bæði gamlir og ungir.

Sóu eisini nógvar æður við ungum. Hesar sóu út til at fáa nógv fleiri ungar undan, enn tær vit síggja á Borðoyarvík ella á Vágni, har tær flestu enda bert við einum ella ongum unga.

Eisini heilsaðu vit upp á Stapan, fýrurin stóð har so fattur. Vit høvdu ætlanir um at fara upp á hann, men so slíggjút sýntist at vera niðast við, at vit hættaðu okkum ikki undir tað. Hildu bara fram norður um um Gjóðmunnin og inna á Kalsvík og Eiðsvík.

Túrurin her fram við Fugloynni var fyri okkum sera hugtakandi. Virðingin fyri tí ókenda var tó so mikið stór, at vit hildu okkum eitt sindur longur frá, enn tá vit vóru á heimabeiti eysturi í Skor og um Heltnina og Dragan.

Hildið var áfram um Skoparan og vestur á Urðina Miklu.

Alt seinasta strekkið her til Urðina Miklu sóu vit álvorliga nógvan fugl. Tá vit hugdu inn á grýtugt lendi, sótu lundar á nærum hvørjari steinpirru og harafturat fleyt eftir mínum tykki sera nógvur lundi.

Í Skarðsvík sóu vit fólk á túri, helst kunningar av Kirkju og Klaksvík.

Frammanundan høvdu vit eisini sæð stórar lomvigarøkur fullar av lomviga undir Sjúrðarbergi og harafturat fitt av ritu. Í mínum eygum sá fuglurin út til at hava tað gott her, og tað vóru bátsfelagir mínir, Ásmundur og Hans Hjalti, eisini samdir í.

Meira seinni, helst um einar tveir dagar, tí í morgin er 75 ára føðingardagur mín. Sum mær so líkt, so verið eg burturstaddur tann dagin. Men hendan røðin fær ein enda so skjótt eg komið eftir. Viðvík og heimtúrurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Lýsing