Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hevur Havnin einarætt upp á havnir?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  21.08.2021 - 15:25 Bloggur Mentan

Býarkongurin í Havn hevur eftir øllum at døma fingið ilt av, at býarkongurin í Runavík hevur ætlannir um eitt størri havnarlag, og tí forðar havnarkongurin fyri, at skálafjarðarkongurin fær bíligt grót flutt um næturnar.

Havnarkongurin er av teirru fatan, at tað finst bara ein Havn, og tí eiga tað ikki at vera fleiri havnir í Føroyum, serliga ikki um tær kunnu liggja so tætt Havnini, at tær kunnu ávirka inntøkumøguleikarnar hjá havnini í Havnini. Tað frættist (keldan er ikki váttað) at havnarkongurin hevur fingið marruna og svøvnleysar nætur, tí tað vísir seg, at Kong Runavík kann fáa eina megnarhavn fram við eystara armi á Skalafjørðinum fyri ein lítlan brøkpart av tí, tað kostar at typpa Nólsoyarfjørð, og tí ynskir býarkngurin í Havn grótið úr Sandoyartunlinum á bláman onkustaðni langt uttanfyri landgrunnin. Men Long Runavík er kendur fyri at vera treiskur, so tað man helst fara at eydnast honum at fáa eina havn, ið ikki liggur í Havn. Tó so, føroyingar eru jú tiltikið kongstrúgvir, og tí hættar ongin sær at kanna løgliga haldbærið í tí at forða lógligari ferðslu millum bygdir við gróti, um tað so er á nátt.

Okkurt bendir á, at tey ikki eru talkøn í Havn, tí tey halda, at har býr so nógv fólk, at tørvur er á tveimum risa konsert/leikhúsum – tað er annars ikki vannligt í einari kommunu við 20 túsund íbúgvum, harav 35% eru so gudilig, at tey aldrin seta fótin í eitt leikhús. Í Havn liggur longu eitt stórt og væl útgjørt konsert/leikhús, Norðurlandahúsið, sum um heilt fá ár fer at enda á føroyskum hondum, tí Noðurlandaráðið er við at taka seg úr slíkum íløgum. Hvat skal húsið so nýtast til? Og hvør skal tá gjalda?

Hugnaligi lítli provinsbýurin Tórshavn vil so fegin vera stórbýur við sínum umleið 20 túsund íbúgvum, og tí vilja tey, eins og Oslo, Keypmannahavn, Sydney og London hava eitt tjóðleikhús við sjóvarmálan, hóast tey longu hava fingið eitt tjóðleikhús til gávus í Sortudíki. Hví ikki spyrja Norðurlandaráðið, nær tey kunnu fáa mentanarhúsið í Sortudíki fyri onki? Adressan er Nordisk Ministerråd, Ved Stranden 18, København (beint við síðuna av Nyhavn). Og sjefurin er føroyingur. Har vera tey helst ovurfegin um at sleppa av við hendan figgjarpostin.

Annars er tað ikki bara í býráðshøllini í Tórshavn, at tey hava stórheitsvanvid. Tí ein tinglimur umboðandi Norðuroyggjar vildi hava tjóðleikhúsið til Klaksvíkar, har tey júst eru við at fullføra eitt leik/konserthús við 380 sitiplassum. Klaksvíksingar eru ikki júst kendir um landið fyri at møta upp til vitjandi leiklist og konsertir. Um teir fingu eitt tjóðleikhús við 400 sitiplássum afturat, so hevði tað neyvan bøtt um støðuna! So kundu átta áhoyarar sitið í Mentanarhúsinum og sjey í Tjóðleikhúsinum.

Pápi mín (upprunaliga fuglfirðingur) var dúligur at ganga til konsertir í Klaksvík. Tá hann kom aftur til hús, segði hann onkuntíð við einum brosi: ”Eg var kanska ikki sjálvur annar, men tað leið væl!”. Tað eru 30 ár síðani, og tíðir broytast – men tvey leikhús í Klaksvík, tað má altso vera ein vittigheit!

Men tað kann vera, at fólk missa eitt sindur av proportiónsansinum og skilinum, tá tey fáa sæti við Tinghúsvøllin – býarkongurin í Havn hevur jú verið báðu megin vegin, so hann er helst rættiliga umhvørvisskaddur! Í Tinghúsinum gera tey íløgur í ónýtiligar ferjur, og nú ágangurin gerst alt størri úr Suðuroy um at fáa eitt far afturat Smyrli til at flyta fiskavørurnar til Havnar, sum íslendsk reiðarí annars áttu at flutt, so fara tey helst at gera íløgu í eina ónýtiliga ferju afturat.

Sama tingið avgjørdi at leingja Smyril við 12 metrum, so hann kundi sigla nakrar míl skjótari, men síðani hann kom, hava ráð ikki verið til at sigla við fullari orku, so teir tíggju tólv metrarnir blivu ovurhonds dýrir, tí teir hava borið við sær, at Smyril noyðist av landinum á hvørjum ári, og leigast skulu dýrir hálv-ónýtiligir plimsollarar sum avloysarar. Um Smyril ikki bleiv longdur teir eyka metrarnar til at sigla tey eyka knobbini, sum hann aldrin hevur siglt, so kundi hann í staðin farið í dokk á Skála, føroyska búskapinum til frama, meðan gamli Teistin kundi avloyst teir heilt fáu dagarnar, Smyril var í dokk.

Tað er heldur ikki gingið upp fyri suðuroyingum og landsins umboðum við Tinghúsvøllin, at brátt verður koyrandi hálvan vegin til Suðuroyar – í øllum førum verður koyrandi til Skarvanesar og til Dals! Í staðin fyri at blaka tunnilsgrótið til havs, so kundi okkara høgt æraðu kosnu tinglimir havt nýtt grótið til eina ferjulegu í Hvalba og eina heima á Sandi, og syrgt fyri at Teistin kemur í summarsigling milum hesar báðar havninar, so skjótt sum Skopunartunnilin er liðugur og til Suðuroyartunnilin er komin ígjøgnum.

Ein skilamaður – og at hann er skilamaður kann prógvast, tí vit eru í ætt í bæði borð, og tí hann er upprunaligur klakksvíksjingur – tekur undir við mínum sjónarmiðum um, at til ber at leingja Teistan við t.d. tíggju metrum og seta hann í summarsigling Hvalba-Sand. Mondulið kann standa klárt á Skála, tá Teistin verður lagdur, og einar fjúrtan dagar seinni kann hann fara aftur í sigling og flyta í minsta lagi 300 bilar og 3.000 ferðafólk hvønn vegin um dagin, um hann siglir seks túrar dagliga í summarhálvuni.

Til hevði eisini borið at longt Ternuna við tíggju metrum til summarsigling, tá nólsoyingar hava fingið nýtt (nýtiligt) skip, ella tá havnarmenn hava typt allan Nólsoyarfjørð. So kundi hon flutt 240 bilar og 2.400 ferðafólk hvønn vegin um dagin við ein samlaðum kapasiteti uppá 540 bilar og 5.400 ferðafólk um dagin – svarandi til alt fólkið í Suðuroynni.

Tíverri ber ikki til at taka teir tíggju metrarnar úr aftur Smyrli og seta teir í Teistan ella Ternuna! Men ímeðan so kundi Teistin hvílt seg eitt sindur í summarhálvuni, fingið neyðugar umvælingar, farið uttanlands í dokk uttan dýr avloysaraskip, kanska gjørt onkran vikuskiftistúr til Lerwick, Kirkwall ella Schrabster, og soleiðis longt lívið, inntil hol er komið á millum Sandoynna og Suðuroynna.

Men kanska vil havnarkongurin hava, at status quo er galdandi, tí so fær hann bæði havnarpengar frá Smyrli og lossigjald frá íslendsku farmaskipunum, sum hava valt at sigla framvið mongu framleiðslu- og avskipingarhavnunum kring landið, HAVNINI til fyrimuns!

Frederiksberg á Satirusøku 2021.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…