Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kappin Osmund fer um tey 80

SKRIVAÐ: Óli Breckmann  |  06.09.2021 - 12:08 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Eftir uml 2.500 Dagbløð í eini 20 ár við 100-tals føðingardags- og minningargreinum hevur undirritaði ikki júst leitað eftir høvum til at heiðra og minnast vinir, kenningar, floksfelagar og teirra merkisdagar.

Í dag er tó eingin umbering, nú miðlingadóttir okkara fyllir 30 og er effinett 50 ár yngri enn vinmaðurin, Osmund Justinussen, ið fer um tey 80 í dag.

Lat fyrst verða sagt, at tann, sum vil vita tað stutta um vinnuliga úrmælingin úti á Miðrás 1 í Havn, hevur høvi til tess í megnar bókaverkinum um Leirvíkar bygdarsøgu hjá Martini Fjallstein.

Enn betri: Tey, ið hava tíð og orku, høvdu lært nógv um livi- og mannakor og góð lívsvirði føroyinga farnu 70 árini við at lisið dupultu ævisøguna, sum Osmund og konan Jórun skrivaðu og góvu út herfyri í teirra lívs ‘kjalarvørri’.

Henda heilsan á 80 ára degnum nevnir bert lítlan part av teim risa avrikum, ið Osmund og Jórun, hansara ‘betra helvt’, má sigast, hava lagt úr hondum.

Osmund vaks upp Á Garði í Leirvík. Foreldrini vóru Tummas og Elsebeth, ið fingu 10 børn eftir 20 árum, Eirik elstur og Osmund yngstur.

Tummas var raskur útróðrar- og fiskimaður, royndi sum aðrir leirvíkingar við slupp um summarið og róði suður- og norðureftir vetrarhálvuna.

Osmund fekk sína kropsstødd frá mammuni, og frá pápanum síni kropsevni, so hann kláraði, uml 60 ára gamal, at lyfta havið í Mikladali 2 ferðir í skemti við fólki til vitnis. Tað vigar 287,5 kg, um nakar skuldi ivast.

Hin evnaligi Tummas fekk heilabløðing mitt í fimtiára aldri og misti sostatt heilsuna, tá Osmund var óviti. Men tá tryggjaðu eldru dreingirnir innløgurnar, og genturnar hjálptu mammuni.

Elspa var úr Lamba, so kring í tølum og við blýantinum, at hon samskifti við handlar og sparikassa, meðan Tummas var til skips. Tað, heldur Osmund, virkaði við til, at tey mettaðu 10 munnar og behildu húsini, tá armóðin herjaði á í 1930-unum, og sluppmenn tjentu niður í 500 kr i miðal okkurt árið.

Børnini fingu tryggan uppvøkstur í trúgvandi barnaheiminum á Garði, saktans góður førningur út í lívið. Osmund og Jórun hava síðan sett tað í stand.

Osmund greiðir frá stuttligum tilburðum og fólki, frá viðgongd og mótráki, gleði og sorg sum barn og ungur. Frásagnir hansara í ævisøguni lýsa so livandi við dømum eitt tíðarhvarv hjá føroyskum børnum mitt í farnu øld.

Smádrongurin viðgongur, at hann var hugtikin, táið reiðarin Kjølbro fór um keiina í Leirvík á veg úr ella til Klaksvíkar. Kanska tráaði hin lítli í dulvitskuni longu tá eftir at gera brøgd sum útgerðar- og vinnulívsmaður.

Osmund fór til Íslands í 4 mánaðir við ‘gomlu’ Sæborg 15 ára gamal. Sjólívið lokkaði raskar dreingir tá, seinni til Grønlands, hóast sjóverkurin argaði illa.

Seinni lá leiðin í Eystrasalt eftir laksi, í Norðsjógvin eftir ídnaðarfiski, upp við norsku strondini, haðan teir mundu gingið burtur á heimferð.

Norðan fyri Føroyar komu teir eftir, at sjólaksur var at fáa, og grundarlagið tá lagt fyri hesum føroyska fiskiskapi mong ár fram. Vestan- og sunnanfyri gjørdu teir fyrstu føroysku royndirnar eftir svartkjafti við Leivi Øssursson og fingu tað at bera til.

Osmund var virkin skipari í nøkur ár, áðrenn hann fór at arbeiða á Fiskirannsóknarstovuni og sigla við J.C. Svabo.

Hann var í útbúgving á Sjómannaskúlanum í Havn, at hann hitti Jóruna, dóttir Gunnar Gunnarsson úr Vági, seinni fulltrúa í Landstýrinum, og Herborg, ættað av Viðareiði, men uppvaksin í Vági.

Jórun, ið var útbúgvin á Ríkisumboðnum, giftist Osmundi í 1964. Jórun dugir framúr væl skrivstovuyrki umframt at vera sjáldsama hegnig og skapandi til handarbeiði.

Tey høvdu, tá tey møttust, og hava síðan havt sítt andaliga heim í Ebenezer.

Á gólvmottuni í forstovuni á Frælsinum stendur so fitt á enskum: ‘Her býr ein fiskimaður við sínum lívs besta fongi.’ Tað ber boð um eitt signað og væl eydnað hjúnalag. Tey eiga tríggjar dreingir, Helga, Tummas og Gunnar, allir væl viðsettir, dugnaligir og ágrýtnir vinnulívsmenn, hvør í síni vinnugrein.

Tað var, meðan hann arbeiddi á Fiskirannsóknarstovuni, at Osmund gjørdi tað váðaverk at keypa fyrsta skipið til troling eftir ídnaðarfiski saman við sváginum, Arna Olsen, grannskoðara úr Rituvík, og øðrum.

Restin er søga, sum bretar siga:

Osmund varð eitt langt skifti formaður í Føroya Reiðarafelag. Hann keypti, um- og nýbygdi fleiri skip. Í 1980-unum var heimaflotin grundarlag undir okkara búskapi, men striltið gekk at finna nýggj og virðisøkjandi veiðirættindi.

Tá fiskaloysi rakti Føroyar árini um 1990, kannaðu og royndu Reiðarafelagið, Fiskasølan, John Dam, Osmund sjálvur, Eiler Jacobsen, Kristian M. Rasmussen fremmandar leiðir, eitt nú í Suriname, Senegal, Namibia, Argentina, Peru og USA, men illa bar til.  

Men frá 1995 bragdaði aftur við Føroyar.

Osmund flutti tíðliga sítt útgerðarvirksemi, skiparakstur og fiskavirking til Leirvíkar, sum hann hevur havt so stóran tokka til.

Umframt ídnaðarfisk hava hansara ymsu 40 fiskiskip verið grundarlag undir flakavirkinum Frost og seinni Tavuni, sum tók ímóti fyrstu lastunum av gullaksi, ið fyrra Stjørnan og Polarhav, ið Osmund o.a. lótu byggja í 1991, vóru tey fyrstu at fiska. Nú verða eini 15-20.000 tons av gullaksi veidd og virkað árliga.

Í Leirvík hevur hann saman við øðrum fiskavirkið Norðfra.

Mong húsarhald hava havt tilknýti til virkini í Leirvík. 100-tals fiskimenn (nakrir í áratíggju) hava mannað flotan, ið hevur siglt út og inn í Leirvík. Teir hava lagt 1.000-tals tons av fiski upp á landi fyri 100-tals mió kr. í avreiðingar- og útflutningsvirði í dagsprísum millum ár og dag.

Sum altíð í fiskivinnuni hevur gingið upp og niður. Serliga tey 15 árini, frá at fiskimarkið varð útflutt í 1977, og til kreppan bant flestu skip og stongdi flestu virki frá 1992, vóru ræðulig, og kravdu mestu tíðina nógvan stuðul.

Føroyskir fiski- og serliga útgerðarmenn vórðu spottaðir fyri ikki at klára at virka uttan studning (‘afturbering’). Men tá fiskivinnan kom fyri seg aftur frá 1995, vóru boðini oftast eftir somu monnum, ið høvdu baksast í 1980-unum, til at reisa høvuðsvinnuna og búskapin aftur. Osmund var ein teirra.

Teigarúmd í miðlum og tíðartrot hjá fólki avmarka eina grein sum hesa um lívið hjá Osmundi, einum av Føroya størstu vinnulívsmonnum í nýggjari tíð.

Lat tað vera nóg mikið at enda við at vísa á, at tá fólk flest seint í teirra 60-árum leggja árarnar inn, leggja aðrir kappar aftur til havs. Osmund aftur ein teirra. Hann fór tá saman við Tummasi, norska vinmanninum Per Sævik og øðrum at stovna oljufelag, ið seinni fekk navnið Pf. Skansi Offshore.

Hetta frálandafelagið eigur nú í 5 av Føroya størstu útgerðarskipum. Við teimum sigla 120 sjómenn, allir føroyingar.

Í 2005 keyptu teir saman við Havila A/S í Norra Hotel Hafnia frá Restorff familjuni. Hotellið varð útbygt og virksemið síðan nógv víðkað. Fyri 2 árum síðan fóru teir at byggja nýggja Hotel Brandan.

Teir seldu tíðliga í 2011 nýggju Stjørnina og Polarhav og teirra part av Tavuni. Út á summarið sigldi Norrøna í tungum sjógvi fíggjarliga, og sama heyst sá út til, at hon fór at útlendskar hendur, tí eingin vildi seta partapening í.

At enda skrivaðu gomlu partaeigarnir sín partapening niður, og Pf 11/12 2011 hjá Osmundi og teimum fekk lim í nevndina hjá Smyril Line, sum gekk við til at broyta virksemi hjá felagnum.

Alivinnan gekk tá skjótt framá, sum gav nógvan farm, og sama gjørdi økti innflutningurin av eitt nú byggitilfari. Ferðavinnan hevði eisini viðburð, so skipið fekk fleiri útlendsk, serliga týsk ferðafólk og sigldi full tveir mánaðir longur í summarhálvuni

Í árunum 2015-2017 keypti Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines til at sigla við farmi millum Evropa, Føroya og Ísland. Norrøna er nógv útbygd og nútíðargjørd síðan keypið.

Aftur til fiskivinnuna. Osmund hevur størri innlit í fiskiskap og fiskifrøði í víðastu merking enn nakar fiskifrøðingur á Havstovuni. Osmund fær rætt, hvørja ferð hann úttalar seg alment um hesi mál og loyvir sær at mæla ‘serfrøðingum’ og politikarum til rættastu leið at fara.

Men hansara ráð falla á deyv oyru hjá akademiskum skriviborðsfiskarum og excell-frøðingum. Teir missa ikki eina krónu av lønini fyri betrivitan og skeivar avgerðir. ‘Friða’, ‘spara’, ‘goyma’, ‘minka’ og ‘skerja’, til fiskurin aftur er horvin. Men føroyingar missa 100-tals mió kr ofta ár um ár.  

Fólki flestum kunnugt, hevur Osmund frá heilt ungum havt áhuga í veðri og vindi. Hann hevur skrivað nógv um, hvussu veðurlagið á norðari hálvu ávirkar lívið í sjónum og okkara fiskastovnar. Men heldur ikki her lurta tey ‘serkønu’.  

Henda heilsan røkkur ikki til at lýsa tað vælgerðararbeiði, sum Osmund hevur gjørt í duldum sum ein av teimum mongu, ið mynda Brøðrasamkomuna.

Í dag eiga leirvíkingar og allir føroyingar báta- og listasavnið, ið bindur okkum at okkara útróðrar-, lista- og bygdarmentan, ið øll hava livað og notið gott av.

Osmund letur ikki vinstru hond vita, hvat høgra ger, tá um vælgerðarbeiði ræður. Protestantiski arbeiðsetikkurin, ið menn sum hann útinna í verki, liggur sum hellubotnur undir tí kristna, demokratiska, búskaparliga, og sosiala vælferðarsamfelag, ið nú er undir stórum trýsti og álopum úr øllum ættum, serliga úti í stóru verð.

Osmund man teljast millum okkara fremstu prædikumenn. Hann kennir Bíbliu og Sangbók Guds Fólks sum sítt handarbak. Styrkin liggur í knøppum talu- og avmáldum kropsmáli. Lítil blaðing í Bíbliu- og notubløðum. Einki sálvisli. Hann hugsavnar seg um evni og boðskap.

SOrðamyndirnar eru ramligar, tí tær byggja á persónligar lívsroyndir á sjógvi og landi. Einki barnagarðs- ella snildfonsuss í sveimandi setningum, við skeivum føllum, bronglaðum máliskum og ryggbrotnari mállæru, ið nú er so vanligt.

Nú tú, Osmund, fert um títt kappaár, lat meg takka tær og Jóruni fyri okkara drúgva og trúgva vinalag.  Tú hevur verið mær fyrimynd og vegleiðari í tí trúarvissu, ið ber upp um alt. Uttan mun til, hvussu okkara lív og heilsa verða her móti endanum, so eiga vit tað besta eftir enn.

Tilukku við kappadegnum 6. september.

Vinmaður tín, Ó.B.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund