Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar vunnu uppá góðan seinna hálvleik móti Moldova

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.09.2021 - 21:54 Ítrottur Tíðindi

Føroyar vóru betra liðið eftir hálvleik og avgjørdu tá dystin.

Í fyrra hálvleiki hevði Moldova munin, men fáir stórir málmøguleikar vóru.
Áðrenn miðjan seinna hálvleik skifti Føroyar frá 4-5-1 leikskipan til 4-4-2 og stutt eftir var 2-0. Fyrst Klæmint A. Olsen og síðani Heini Vatnsdal. Moldova fekk minkað um munin eftir samskiftisstrupulleikar í føroysku verjuni.

2-1 gjørdist úrslitið og tað gjørdist sostatt ein góður endi uppá hetta landsliðsumfarið. Nú eru fýra dystir eftir seinni í ár, har mótstøðuliðini eru stórfavorittar. Tað ger tað ikki minni spennandi, um okkurt óvæntað stig kann leggjast afturat teimum fýra, ið øll eru komin móti Moldova.

 

KÍ-miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal spældu ein góðan dyst, meðan innskifti Jákup B. Andreasen lyfti føroyska liðið og var við í báðum málunum hjá Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag