Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pomek ein spennandi fyritøka

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  08.09.2021 - 13:04 Tíðindi Vinna

Sp/F Pomek, sum er ein maskinsmiða, uttast á vestara havnarlagi við 25 starvsfólkum, veitir tænastur til størri og smærri kundar, bátar, skip og virki.

Tey gera nógvar ymiskar størri stál loysnir og eftirspurningurin er bara økjandi - Eisini at kunna umvæla bátar. Pomek hevur havt eina siglingarrennu inni í bygninginum, so til bar at sigla smærri bátar (4x12 metur) inn í bygningin, til ymsar umvælingar.

Eftirspurningurin eins og bátarnir eru tó broytt seinnu árini til tað størra. Tí varð fyri tíð síðan tikið upp samband við býráðið um at fáa havnarlagið niðanfyri bygningin longt, samstundis sum loyvið var biðið um at byggja ein størri og hægri bygning í norðasta parti av verandi bygningi, so her kundi byggjast ein meira tíðarhóskandi høll.

Tað er Sp/f Byggiverkfrøði við Fróði Klein Sundsskarð, sum hevur projektarað og teknað, meðan Sp/f Norðhús stendur fyri um- og afturatbyggingini.

Høllin verður 13 metur høg, 34 metur long og kemur at venda oman og niðan, greiðir Frithleif Olsen, stjóri á Pomek frá. Bátarnir kunnu so sigla inn móti bygninginum í eini siglingarrennu í havnarlagnum. Síðani lyftir ein lyfta bátarnar upp úr sjónum og verða bátarnir settir inn á gólvið í stóru høllini, har umvælingar kunnu verða gjørdar á munandi størri bátar í mun til fyrr s.s. tvíkiljur, ið vit fyrr ikki hava kunna tikið inn. Lyftan verður 11 x 18 metur og lyftir 200 tons, sigur Frithleif Olsen, stjóri.

Stálið til høllina er komið og verða fundamentini gjørd í hesi vikuni. So um ikki so langa tíð verður reisigildi, sigur ein hugaður stjóri, ið “hevur nógv jørn í eldinum”.

Tá ið henda stóra høllin er liðug, ber til at seta tann partin, sum nú er tikin niður, upp sunnan fyri, og vaksa um smiðjuna á henda hátt.

Tað er sera heppið fyri okkum, at størri skip, sum vit eisini umvæla og veita ymsar tænastur til, kunnu liggja beint niðanfyri okkara framkomna smiðjubygning, sigur Frithleif Olsen, stjóri á Pomek, sum fegnast um fleiri viðspælarar í hesi byggiverkætlan – teirra millum Klaksvíkar býráð, ið hevur vaksið og bøtt munandi um kaikantin niðanfyri bygningin.

Tað eru Birgir Olsen, á Sp/f Pomek, sum saman við Fróði Klein Sundsskarð á Sp/f Byggiverkfrøði, hava projekterað bygningin, lyftuna og staðið fyri tí teknisku útgerðina til verkætlanina. Sp/f Rókin ger bryggjukant og siglingarrennuna til lyftuna. Sandavágs Timburhandil er veitari av høllini, Sp/f Norðhús ger planeringsarbeiðið, fundamentir og setur høllina upp. El-fyritøkan Sp/f Fremja kemur ætlandi, at standa fyri el-arbeiðnum. Sp/f Mallco verður veitari av stóru og minnu hurðunum til bygningin, sigur Frithleif Olsen at enda.

Samanumtikið ein spennandi verkætlan, sum kemur at bøta munandi um hjá Sp/f Pomek, ið kann veita enn betri tænastur eftir um- og afturatbyggingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…