Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnist um Hugo Thomsen

SKRIVAÐ: Dánjal Klakk  |  24.07.2024 - 19:34 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Tað er ringt at skilja hví ein so lívsfrískur persónur so brádliga verður tikin  frá okkum.  Eg kann so einans goyma tey góðu minnir eg havi um hann.

 

Tað er ikki ofta á lívsleiðini at man hevur kent ein persón gjøgnum 47 ár, sum  ongantíð hevur sagt nei til at veita einum  eina tænastu ella eina hjálpandi hond við onkrum. Tað fall mær í lut tá eg kom at kenna svágur mín Hugo Thomsen. Ein so nógv avhildin, vinsamur og fyrikomandi maður, altíð við tí góða orðinum.

Hugo  var sonur Lauru og Jóhannes Thomsen, sum umframt Hugo áttu Sonju  og Birgit.

Hugo var giftur við Noomi  og eiga tey sonin Johan.

 Eftir stutta sjúkalegu andaðist Hugo 13. Juli 2024 bert 67 ára gamal.

 Hesi síðstu árini starvaðis Hugo á Kjølbro Heilsølu. Høvuðsarbeiði hansara var at veit proviant til fiski- og skipaflota okkara. Tey sum hava til arbeiðis at veita tænastur til skipaflotan eru tøk 24/7. Tá vit vóru saman í fríløtum, kom ofta fyri, at telefonin hjá Hugo ringdi, onkur skipskokkur manglaði okkurt “ Nei tað er eingin trupulleiki, nær sigla tit, eg komi umborð við tí um ein hálvan tíma” var svari frá Hugo. Soleiðis var hann, sera álítandi í arbeiðinum sínum.

Hugo kom at kenna nógv fólk í sínum arbeiði. Hann var sera prátingarsamur og fyrikomandi. Tá vit fylgdust gjøgnum býin, tá okkurt serligt tiltak var í býnum, og nógv avbygdafólk var í gøtunum,  steðgaðu vit ofta fyri at práta við onkran sum Hugo kendi. Onkuntíð spurdi eg hann um hann ikki bara kundi siga “Hey” og ganga víðari Hugo smíltist og segði gakk  tú bara víðari.

Í 30 ár hava Hugo og eg verið makkara í kortspæli, sum vit spældu vetrarkvøldini saman við vinmonnum. Nú er stólurin yvirav mær við kortborið tómur. Saknurin er stórur

Tað er ringt at skilja hví ein so lívsfrískur persónur so brádliga verður tikin  frá okkum.  Eg kann so einans goyma tey góðu minnir eg havi um hann.

Harrin verði hjá tykkum Noomi og Jóhan

Friður verðið við minninum um Hugo Thomsen

 

Dánjal Klakk

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum