Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Bjargingarfelag arbeiðir fyri betri goymslu og virksemisumstøðum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.09.2021 - 14:20 Myndarøð Tíðindi Vinna

Um eitt ár ella so, eru gingin 65 ár síðani Julius Poulsen, Alfred Petersen, Jóhan Nielsen, prestur Jógvan Olsen, Hans A. Joensen og aðrir í Klaksvik settu sær fyri at seta á stovn Norðoya Bjargingarfelag.

Klár at taka tøk

Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá. Felagið hevur hesi mongu árini verið til stóra hjálp fyri borgarar og samfelag. Norðoya Bjargingarelag hevur verið við til at bjarga lívum bæði á landi og á sjónum. Hvønn dag á árinum eru stuðulsfólkini hjá felagnum klár at taka tøk, um okkurt álvarsamt er  áfatt í krevur skjóta og serkøna hjálp.

Nevndin

Í nevndini fyri felagið sita í dag: Jákup Jacobsen, formaður,  Birna Jacobsen, kassameistri, Karstin Bertholdsen, næstformaður, Gullak Fróði Gullaksen og Sjúrður Christiansen, nevndarlimir.

Øll eru vælkomin

Norðlýsið fekk eitt prát við Jákup Jacobsen formann og kassameistaran Birnu Jacobsen. Um felagið siga tey bæði, at felagið er samansett av limum, ið kunnu møta til aðalfundar og hava valrætt. Men í veruleikanum kunnu øll møta til aðalfund, tí tað eru nógv stuðulsfólk til felagið, sum ikki eru limir, men sum taka tøk við okkum, tá hjálp er fyri neyðini í samfelagnum.

Ymiskar uppgávur

Afturat limalistanum, hava vit ein langan lista av nøvnum á fólkum, ið vit kunnu ringja til tá boð eru eftir okkum. Hetta eru ymisk fólk við ymiskum førleikum. Tá eitthvørt er har Norðoya Bjargingarfelag verður biðið um at luttaka, so kunnu uppgávurnar verða ógvuliga ymiskar.

Tá ódnirnar herja

Um vit skulu leita eftir fólki í haganum, so senda vit boð til staðkend fólk og fólk, ið eru von við at ganga í fjøllunum. Er tað hinvegin talan um neyðstøðu á sjónum, so eru tað sjálvandi eisini aðrir førleikar, ið stuðulsfólkini skulu hava. Vit fáa eisini boð frá átaksleiðaranum í Klaksvík tá ódnirnar herja, til tað er eisini neyðugt at hava stuðulsfólk, ið vilja fara út í ódnarveðrið at hjálpa til.

Yvir 100 stuðlar

Alt í alt hava vit ein lista við meira enn 100 stuðlum, sum vit kunnu ringja til tá neyðstøða er, og eg má siga, sigur Jákup Jacobsen, at stuðlarnir eru sera beinasamir tá vit heita á teir. Tað er líka sum ein ringur av góðum fólki rundan um Norðoya Bjargingarfelag afturat limunum í felagnum.

Eitt vegamót

Men, vit eru komin til eitt vegamót, har vit mugu gera nakað við arbeiðisumstøðurnar hjá felagnum.

Útbúgvingar

Í dag krevst nógv av slíkum felagsskapum, sum okkara. Vit skulu sjálvandi geva okkara stuðlum so góðan førning sum møguligt at útinna sítt arbeiði. Til tað krevst at teir fáa útbúgvingar við ymiskum skeiðum. Eisini er umráðandi at vit møtast av og á til venjingar og tilrættaleggingar.

Felagshølir fyri neyðini

Tí hava vit í fleiri ár arbeitt við at fingið nøktandi felagshølir har vit kunnu savna alt okkara virksemi.

Støðan ikki nøktandi

Sum støðan er nú, so hava vit bert eitt lítið hølið í norðara enda á gomlu havnarskrivstovuni úti í Klaksvík til fundarvirksemi hjá nevndini, at kalla. Á gomlu brandstøðini hava vit pláss fyri einum av okkara akførum inni ímeðan tvey akfør standa uttanfyri, nakað av útgerð er eisini innanfyri.

Tríggjar bingjur

Triðja staðið vit húsast á er í eini bingju á Norðhavnini í Ánunum, her stórur partur av útgerð okkara er goymd.

Mugu kunna savnast

Okkara ynski er, at alt okkara virksemi var á einum stað, soleiðis at vit kundu savnað okkara limir og stuðlar til venjingar og kunnandi virksemi av og á. Eisini hava vit fyri neyðini at fara um okkara útgerð regluliga og geva stuðlunum nærri kunnleika um ymisku lutirnar, soleiðis at upplæring ikki er neyðug tá vit skulu út til bjarging, tá ræður um at alt gongur sum eftir ánni.

Ziska ein søga fyri seg

Norðoyar Bjargingarfelag eigur eitt sera væl egnað bjargingarskip í Ziska. Men skipið er nøkur ár nú og hevur fyri neyðini at fáa eina uppdatering.

22 miljónir

Tá felagið fekk Ziska á Føroya Sjómannadegi í 2005, komst hetta av at skotska bjargingarfelagið RNLI fór undir at skifta teirra bátar út við størri før, sum hava størri motorar, sigla skjótari og eru eitt meira hóskandi model til teirra.  Vit fingu at vita at ein slíkur kostar í dag um 22 miljónir krónur at byggja.

Umvæla í staðin

Tað hevði verið ein ov stórur biti hjá okkum, tí hava vit lagt ætlanir um at skifta motorin út á skipinum og at gera nakrar aðrar uppdaterringar. Seinast vit fingu tilboð um hetta frá skotsku skipasmiðjuni var prísurin um 3 milliónur krónur. Hetta er sjálvandi nógvur peningur fyri eitt felag sum okkara, tí felagið hevur ikki stórar inntøkur av virkseminum, so higartil hava vit ikki megna at ført hesar ætlanir út í lívið.

Møta vælvild

Hóast vit sjálvandi, eins og aðrir felagsskapir hava avbjóðingar, so skal eg undirstrika, sigur Jákup Jacobsen, formaður í Norðoya Bjargingarfelag, at felagið møtir vælvild alla staðni frá í samfelagnum. Vit hava eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar Kommunu, Klaksvíkar Havn og vinnulívið í Klaksvík.

Enn dyggari samfelagsstuðul

Men sum sæst omanfyri, so hava vit fyri neyðini at bøta um umstøðurnar hjá felagnum, soleiðis at Norðoya Bjargingarfelag kann gerast ein enn dyggari stuðul tá illa vil til í samfelagnum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð