Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Alivinnuráðharri fyri ein dag”

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  29.09.2021 - 16:32 Tíðindi Vinna

Í kvøld klokkan 19 skipar Bakkafrost fyri almennum kunningartiltaki í Løkshøll í Runavík. Umframt leiðsluna í Bakkafrosti fer Dag Sletmo, greinari frá norska stórbankanum DNB, at hava framløgu.

Framløgan hjá Dag Sletmo ber heitið “Sjømatminister for en dag” ella “alivinnuráðharri fyri ein dag” á føroyskum. Í grein á Intrafish hevur Sletmo hugleitt um sama evnið. Her innleiðir búskaparfrøðingurin við at vísa á, at norskir politikkarar ofta breggja sær av eini ætlan um at fimm faldað umsetningin frá norsku alivinnuni innan 2050. Sum alivinnuráðharri hevði hann vilja sæð hesa ætlan, sum hann ikki trýr finst í veruleikanum. “Ein ambitión uttan eina ætlan er bara ein dreymur”, staðfestir Sletmo. Tí hevði hann gjørt eina tílíka ætlan sum tað fyrsta – eina realistiska ætlan.

Júst hvussu ætlanin skal síggja út er Sletmo ikki heilt greiður yvir, men hann hevði heilt vist søkt sær íblástur í, hvussu norskir myndugleikar hava skipað karmarnar kring oljuvinnuna. Tí tað er veruliga eitt oljuævintýr. Sletmo hevði sum tað fyrsta sagt við alivinnuna, at stjórnin kann ikki loysa allar trupulleikarnar hjá vinnuni – tað mugu tey sjálvi syrgja fyri. Bæði í mun til at skapa sær eitt gott umdømi í samfelagnum og viðvíkjandi tí at avmarkað umhvørvisligu avleiðingarnar av virkseminum.

Herundir avleiðingarnar fyri veðurlagsbroytingar. Her heldur Sletmo, at alivinnan hevur nakað at bjóða, tí í mun til so nógvar aðrar matvøruframleiðslur er alivinnan so nógv meira umhvørvisvinarlig.

Vakstrarmøguleikarnir í alivinnuni eru stórir, eisini fyri burðardyggum vøkstri, men sambært Sletmo krevur tað miðvísa tøkniliga menning og stórar íløgur. Nýskapan og talgilding er ein fortreyt fyri at fimmfalda úrtøkuna næstu 30 árini.

 

Spennandi verður at hoyra í Løkshøll í kvøld, hvørji hyggjuráð Dag Sletmo hevur til føroysku alivinnuna og almenningin. Tiltakð verður sum sagt klokkan 19 í kvøld.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni