Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ja, sjálvandi skal kannast aftur til 2010

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal  |  30.09.2021 - 23:33 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, vísti í Útvarpinum í dag á, at ein kanning av føroysku fiskivinnufyrisitingini eigur í minsta lagi at fara aftur til 2010, tá ið makrelkvotan varð hækkað á fyrsta sinni og eisini taka 2011 við, har sonevnda minnilutasamgongan sat, við stuðli frá núverandi andstøðuflokkum.

Eg eri púra samdur. Mær vitandi var tað í 2011, at makrelkvotur fyrstu ferð vórðu býttar út við eini kunngerð. Og vit eiga m.a. at spyrja: Var yvirhøvur lógarheimild fyri hesum í gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap – og um so er, hvar var tann heimildin?

Tað seinna politiska makrelbýtið í 2012 við kunngerð, hjá teimum flokkum, ið nú aftur sita í landsstýrinum – og sum Løgtingsins Umboðsmaður staðfesti ólógligt – fekk djúptøknar og avgerandi avleiðingar fyri øll rættindi og møguleikar hjá teimum, ið høvdu veiði- og fiskiloyvir í gomlu skipanini. Og fyri øll, ið vilja dríva vinnu, fyri alt samfelagið og fyri størstu virðini hjá tjóðini. Og fyri rættartrygdina hjá hvørjum einasta fólki í Føroyum.

Tí taki eg tað sum givið og sjálvsagt, at allir flokkar taka undir við at seta ein óheftan kanningarstjóra at lýsa og eftirkanna allar avgerðir, alt lógargrundarlagið og allar fyrisitingarligar grundgevingar og skjalfestingar í føroyskari fiskivinnufyrisiting i minsta lagi aftur til 2010.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu