Lýsing
Lýsing
Lýsing

Snjallabjalla 10 ár á baki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2021 - 11:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

19. September vóru tað 10 ár síðani Snjallabjalla lat upp. 

Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999, og var tá partur av Mylnuhúsinum. Í byrjanini vóru heilt fá børn, men síðani tá er tørvurin øktur nógv. Virksemi bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og síðani oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu. Frítíðarskúlin fekk navnið Sornhúsið. Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi.

Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á Trivnaðarøkinum í Klaksvíkar Kommunu, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum bleiv Snjallabjalla. Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur nógv og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hava vit síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.

Í 2016 øktu vit eisini virksemi við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Í 2019 kundu vit sleppa inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa. So í dag húsast vit í hesum trimum hølunum og ganga her 140 børn. Vit eru heppin at liggja so væl mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð