Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur samgongan slept ætlanini um nýggjan Húsarhaldsskúla?

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna  |  04.10.2021 - 13:59 Politikkur Tíðindaskriv

Í fíggjarlógaruppskotinum er eingin játtan til nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík, og tað ger, at verkætlanin kann fara fyri bakka. Tað er harmiligt, tí seinastu útvið 10 árini hevur verið arbeitt við hesum. 

Byggingin varð boðin út í vár. Tað vísti seg tó, tá ið tilboðini komu inn, at verkætlanin gjørdist dýrari enn mett og tí varð útboðið tikið aftur, sum eg havi skilt. 

Eg havi ikki kunnleika til, hvussu nógv dýrari enn mett verkætlanin gjørdist, men givið er, at ein kann vænta ein ávísan prísvøkstur av eini verkætlan, ið arbeitt hevur verið við yvir eitt longri áramál. 

Hetta eigur tó ikki at merkja, at verkætlanin verður slept ella løgd á ís í meira enn eitt ár. Vanliga verður arbeitt víðari fyri at finna aðrar loysnir, og fái eg meg ikki at trúgva, at hetta ikki eisini er so við Húsarhaldsskúlanum. Tað, sum skelkar og undrar er, at í framløgdu fíggjarætlanini fyri komandi ár verður staðfest : “Eingin játtan er tískil til endamálið í 2022.”

Hetta kann ikki vera rætt. Eg vóni ikki, at samgongutingmenn fara at samtykkja eina fíggjarlóg við einum nulli í játtan til Húsarhaldsskúlan, tí so kann ein óttast fyri, at verkætlanin fer fyri bakka. 

Eg vil hervið veita samgongutingmonnum mín fulla stuðul at fáa byggingina av Húsarhaldsskúlanum setta á fíggjarlógina aftur, so farast kann undir at byggja í komandi ári.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Lýsing