Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Team Klaksvík skal reisa seg og verja oddasessin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.10.2021 - 20:02 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin er aftur heimadystur á skránni hjá Team Klaksvík, sum hóast tap móti StÍF framvegis er oddalið í deildini.

Tá Team Klaksvík møtir StÍF, so hava hesi síðstu árini víst, at tað ofta gongst júst øvugt av tí, sum er væntandi. Hesaferð var Team Klaksvík favorittur á heimavølli, men tað løgdu strandingar lítið í. StÍF hevði leiðsluna nærum allan dystin og var seinna part av seinna hálvleiki altíð á odda við í minsta lagi tveimum málum.

 

Neistin vitjar

Hóast Team Klaksvík tapti, so varðveitti Team Klaksvík oddasessin, tí KÍF spældi javnleik. Hesaferð hevur Team Klaksvík, sum hevur fimm stig fyri fýra dystir, aftur heimavøll, nú oddasessurin skal verjast. Neistin, ið hevur tvey stig fyri tríggjar dystir, vitjar í Klaksvík. Liðini møttust í 1. umfari, tá Team Klaksvík vann við einum máli í spennandi dysti. Team Klaksvík hevur lutfalsliga ofta fingið góð úrslit móti Neistanum.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygardagin kl. 16.00.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið