Lýsing
Lýsing
Lýsing
Minkandi vindur í kvøld. Í morgin og sunnudagin lítil vindur av norði og eystri. Yvirhøvur turt alt vikuskiftið, men tó fara løtur at vera við ælaveðri. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.10.2021 - 11:29 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av vestri allan dag. Í nátt gongur hann upp í norðan, út á dagin í morgin niður í eystan, og har fer hann at liggja restina til sunnukvøldið. Vindurin fer at minka út á seinnapartin; í morgin og sunnudagin er lítil vindur.

Í morgun eru vit í klemmu ímillum eitt hátrýst yvir Stórabretlandi og eitt lágtrýst yvir Norska havi. Lágtrýstið fer sín veg eystureftir seinni í dag, meðan hátrýstið stendur eftir og fer at geva okkum lítlan vind restina av vikuskiftinum.

Meira ítøkiligt, so siga veðurstøðirnar hjá Veðurstovu Føroya frá 10 til 15 m/s av vestri í morgun. Turt kring næstan alt landið, og hitin liggur um 8 stig.

Seint seinnapartin fara ælingar at reka inn yvir landið, og vindurin fer at minka. Seint í kvøld fer hann at ganga upp ímóti norði. Á midnátt eru 5 m/s av vesturhallum norði og turt.

Í nátt eru undir 5 m/s av vesturhallari norðurætt og ælaveður, men út á fyrrapartin í morgin gongur hann eysturum til landnyrðing-norðan. Framvegis lítil vindur og ælaveður.

Seinnapartin í morgin fer ætt at flyta seg niðureftir – komin niður í landnyrðing um nátturðatíð. Vindferðin framvegis um 5 m/s ella minni, og tað er yvirhøvur turt. Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 8 stig.

Sunnunáttina gongur hann niður ímóti eystri- vindferðin enn tann sama, um 5 m/s, og tað er yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann niður um eystan til landsynning-eystan. Vindurin fer at veksa um kvøldið. Á midnátt eru 13 til 18 m/s. Hitin sunnudagin fer at liggja um 6 til 9 stig.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast
Fýra svanar á Víkini ídag