Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í hylinum á Sjónámi eru 342 tons av vatni. Avfallið í Føroyum í dag hevði fylt hylin meiri enn 35 túsund ferðir. | Mynd: Undirritaði

Regn - nógv regn

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.10.2021 - 22:45 Tíðindi Veðrið

Tað hevur regnað illa í morgun og í kvøld. Júst hvussu nógv er komið niður, er ikki so lætt at siga, men veðurstovur hava sett tøl á í millimetrum.

Norska heimasíðan www.yr.no, sum er samstarv ímillum Norsk Metorologisk Institutt og NRK, hevur sett samlaðu mongdina, sum er komin niður í Føroyum í dag, til 8,6 millimetrar.

Hetta merkir stutt sagt, at regnvatnið hevði staðið 8,6 millimetrar upp úr vegi, bøi, haga, hellu ella øðrum lendi, um tað ikki rann frá í eina á ella á annan hátt fór í havið ella fordampaði.

Víddin á Føroyum er 1400 km2 – og tað svarar til 1.400.000.000 m2 (1,4 milliardir fermetrar). Falda vit fermetrarnar við 0,0086 m (8,6 millimetrar roknaðir um til metrar) er úrslitið 12.040.000 m3, ella 12,04 milliónir tons.

Í hylinum á Sjónámi eru 342 tons av vatni. Alt hetta regnið, sum er komið niður í Føroyum bert í dag, hevði fylt hylin 35.204,7 ferðir!

Tað er ikki so lítið...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð