Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vátt hevur leingi verið í reiðrinum millum Andras Róin, stjóra (myndin), og Regin Hammer, stýrisformann í Bústøðum. Við nýggju starvsskipanini tykist tað vera eskalerað til opið kríggj teirra millum | Mynd: kvf.fo

Bústaðarneyð og Bústaðar-neyð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2021 - 09:34 Leiðarin Politikkur Vinna

Hesum hevur Føroya fólk so avgjørt ikki brúk fyri. Støðuni, har almenni stovnurin Bústaðir verður etin upp innanífrá vegna innanhýsis ósemjur millum leiðslu og stýri, ella meira ítøkiliga millum stjóra og stýrisformann. Landsstýriskvinnan má og skal finna eina loysn, og mugu høvd rulla, má tað bara vera so.

Góði gamli Húsalánsgrunnurin er endaður sum ein gøla. Tað hevur leingi verið greitt, at stýri og leiðsla ikki draga somu línu, og knútapunktið er leikluturin hjá tí almenna mótvegis tí privata. Skal byggjast á marknaðargrundaðum grundarlagi í størru búsetingunum í landinum, ella skulu Bústaðir eisini har kunna veita bústaðir fyri undir marknaðarprís?

Bæði sjónarmiðini eru legitim at hava, men tað má álvaratos bera til annaðhvørt at velja annað, ella finna eina loysn, har bygt verður við støði í báðum. Júst hvør loysnin er frægast, skulu vit ikki klóka okkum uppá, men eitt uppskot kundi verið at bygt so mikið, at marknaðarprísurin dalaði av sær sjálvum. Tá útboðið “matchar” eftirspurningin, finna vit reella marknaðarprísin, meðan tá útboðið er størri enn eftirspurningurin, dalar marknaðarprísurin. Hetta er grundleggjandi búskaparfrøði, ið øll vaksin fólk eiga at skilja.

Um vit skulu taka støði í vox populi, t.v.s. hugsanini hjá meiniga manninum m/k, so er týðiligt, hvar sympatiin hjá almenninginum liggur. Bæði á sosialu miðlunum og í skrivi frá starvsfólkunum í Bústøðum til landsstýriskvinnuna í almannamálum verður stjórin í Bústøðum, Andras Róin, stuðlaður. So í øllum førum hevur hann gjørt okkurt rætt, allarhelst nógv.

Líkt er til, at stóra ósemjan íkom, tá nýggja stýrið varð sett. Longu frammanundan var ósemja millum Regin Hammer og Andras Róin, men tá var hon ikki størri enn so, enn at til bar at tosa saman um tingini. Men við nýggja stýrinum kom illstøða skjótt ímillum Tom Silvurdal, nýggjan stýrislim, og Andras Róin, har róð varð framundir, at alt var ikki farið reiðiliga fram í Vági, og at lokalpolitikkur í sambandi við kommunuvalið í Vágs Kommunu kom upp í spælið.

Tílíkt má og skal ikki kunna steðga ella seinka Bústøðum í at byggja bústaðir. Um hendan illstøðan er orsøkin til nýggju starvsskipanina, so eigur landsstýriskvinnan ikki at góðkenna hana. Hinvegin er landsstýriskvinnan í eini ógjørligari støðu, har hon ikki kann vinna. Er starvsskipanin lóglig, so er tað brot á armslongdar-prinsippið, um landsstýriskvinnan ikki skrivar undir, og tað fer andstøðan í løgtinginum uttan iva at válka sær í. Góðtekur landsstýriskvinnan starvsskipanina, so heldur illstøðan millum partarnar í Bústøðum áfram.

Støðan er sostatt bæði fastløst og ótolandi samstundis. Einasta loysnin tykist verða, at annar parturin má fara. Antin fer stjórin, ella eisini fer stýrisformaðurin, frá. Sum nevnt omanfyri er tað fólksligi stemningurin valla til at fara skeivur av, men tað má og skal vera avgerandi, hvat er best fyri føroyingar í bústaðarneyð.

Bólturin liggur nú hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og hon verður noydd at spæla hann víðari. Støðan er beinleiðis vorðin skomm fyri almennu Føroyar, og kann ómøguliga halda fram. Ein avgerð má takast. Skjótt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!
Bartal og Bjarni og vinir teirra
Fosturtøkumálið fellir - woke brigadan t…
Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?