Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-EB/Streymur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.10.2021 - 07:54 Ítrottur Tíðindi

Í dag kann KÍ útbyggja met.

Hvørgan av liðunum hevur tað heilt stóra at spæla fyri. KÍ endar á 1. plássi, meðan EB/Streymur spælir fyri 6. plássi. KÍ spælir m.a. fyri at taka nøkur met og útbyggja nøkur, sum longu eru sett. Eitt mál er heilt vist at skora 100 mál, sum einki lið hevur megnað áður. Tað mangla fýra mál til at røkka hesum undan teimum báðum síðstu dystunum. Skal KÍ seta stigamet, so er neyðugt at vinna báðar teir síðstu dystirnar.

Hjá KÍ hevur Deni Pavlovic leikbann. Síðani eru Daniel Bjørkman og Ivar S. Rønning skaddir, meðan ivamál er um Heina Vatnsdal, Jasper Van der Heyden og Bob Sumareh, sum hava skaðar at stríðast við. Hjá EB/Streymir hevur liðskiparin, Andras Olsen, leikbann.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.30 og dómari verður Bjarki Danielsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni