Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  01.11.2021 - 13:46 Poddar Tíðindi

Soleiðis skrálaðu føroyingar, tá teir vóru í góum veitslulagi. Men hendan søgan doyði helst við Sigmundi og Trónda, tí nýggjari føroyska søgu tykjast føroyingar heilt at hava gloymt. Vit kunnu helst øll verða samd um, at tað er gott at núverandi løgmaður ikki var løgmaður, tá tuberklarnir herjaðu sum harðast i Føroyum. Um hansara liberalu politisku hugsjónir um at hava álit á borgarunum, og um ikki at gera mismun á fólki við einum coronapassi, høvdu verið galdandi tá, so høvdu tuberklarnir kanska enn gjørt um seg í Føroyum.

Men viljasterk fólk – ikki minnst ”tuberklalæknin” Magnussen – fóru systematiskt í hernað móti hesi sjúkuni, sum rakti hvørt einasta húski í oyggjunum. Fólk blivu kannað og vaksinerað – prikaði – og skuldu tú til skips, kravdist ein tuberklaváttan fyri at sleppa at mynstra.

Eg minnist sum smádrongur og hálvvaksin, at tað var við ringum tannabiti, at menn fóru til Havnar at lata seg kanna, og fyri at fáa tuberklabevís, so teir sluppu til skips. Tí hjá sjómonnum flest var ferðin tá til Havnar og niðan í Hoydalar bæði long og drúgv. Og tað var mangan við eiðum og forbannilsi, at teir fóru at lata seg kanna. Helst var ótti fyri ikki at sleppa heimaftur, um ein hevði smittuna, eisini til staðar millum menninar, tí so mistu teir kjansin umborð.

Men tíbetur so var tað eitt krav fyri at sleppa at mynstra, at tú hevði eitt tuberklabevís (svarandi til coronatest). Trongu lugarini umborð á skipunum tá vóru jú framúr gróðralendi fyri tuberklasmituna. Tað eydnaðist mynduleikunum heilt at basa tuberklunum við umfatandi vaksinatión og kanningum og strongum krøvum til tuberklaváttan á ávísum arbeiðsplássum!  Tað er vert at hava í huga í hesum døgum! 

 

Latið ein søguna doyggja, goymið hana so væl!

Eg veit at fólk siga, at tað ikki ber til at samanbera tuberklarnar við coronu, og tað er sjálvandi nakað um tað. Deyðs- og avlamistølini vóru munandi hægri av tuberklunum. Men corona hevur á so mangan hátt tikið frælsa gerðandisdagin fá okkum, og hann fæst bara aftur, um farið verður í hernað móti sjúkuni við teimum tiltøkum, sum læknavísindin mælir til. Læknarnir skulu ikki veljast fjórða hvørt ár, og tora tí helst betur at siga sína erligu meining enn politikarar, ið alla tíðina fiska atkvøður.

Tað var ikki synd og rán av persónligum frælsi, tá øll skúlabørn blivu vaksineraði móti tuberklum, og allir sjómenn skuldu hava tuberklabevís! Tvørturímóti. Hesi tiltøkini góvu føroyingum frælsi frá tuberklunum, sum var eitt nógv størri frælsi enn løtuvís individuell frælsi.

Saman at sanda var ei okkum givið! Tað er so satt, sum tað er sagt!  Tað er vargur í Landsstýrinum, vargur í Løgtinginum og vargur í fólkinum. Hvør veit nú best? Tey serkønu á økinum ella politiskir opportunistar? Persónliga hevði eg lurtað væl eftir teimum smittukønu. Hørð tiltøk í eina styttri tíð kunnu gerast munandi bíligari enn tómgongd í longri tíð!

Gott at núverandi løgmaður ikki var hægsti maður í landinum, tá tuberklanir herjaðu sum harðast!

Gott at vit tá høvdu læknar og sjúkrasystrar, sum nærmast settu lívið í vága fyri at basa tuberklum

Gott at tað tá vóru myndugleikar, ið lurtaðu eftir serfrøðini.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landað størstu sild…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Her kann Gais-KÍ stroymast
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…