Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smittutølini fyri Norðoyggjar hava ikki sæð gott út leingi, og tey seinastu eru eisini døpur lesnaður fyri norðoyingar. | Mynd: Egin mynd.

Smittutrýstið lemur Norðoyggjar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.11.2021 - 18:17 Leiðarin Tíðindi

Tá gripið verður inn í góðari tíð, og rætt verður borið at, eigur tað ikki at taka so drúgva tíð at niðurberja smittu. Men hetta útbrotið er bæði størri og drúgvari enn vant, ikki minst til at tað almenna hevur valt eina aðra og munandi bleytari strategi hesa ferð. Sum partvíst úrslit av hesi strategi, og partvís av vantandi umhugsni, liggja stórir partar av Norðoyggjum nú lamnir. Nýggjastu smittutølini tala sítt týðiliga mál, men tað ger Landsstýrið ikki.

Tað er fyrst og fremst skúlaøkið, ið er hart rakt. Báðir størru fólkaskúlarnir í Norðoyggjum, tann á Skúlatrøð og tann á Fossánesi, eru hart raktir, og har hevur man latið niður – men bara partvís. Av onkrari orsøk letur man børnini í 1.-3. flokki møta sum vant á Skúlatrøð. Hetta kann tykjast undarligt, tí tey hava ofta systkin í hægri flokkum og verða tí útsett fyri tí sama, sum floksfelagarnir hjá systkjunum annars høvdu verið útsettir fyri.

Á miðnámsskúlaøkinum er støðan líka margháttlig. Klaksvíkar HF-Skeið hevði netundirvísing í eina viku, meðan Tekniski Skúli ikki hevði, og hetta hóast talan er um neyvt sama bygning. Her er so øgiliga nógv, ið skurrar, og innsatsurin hevur tí ikki bara virkað hálvhjartaður, hann hevur eisini í besta føri bert havt hálva effekt av tí, hann kundi.

Skrúva vit tíðina hálvt annað ár aftur, so fingu vit bast sóttini rættiliga effektivt og skjótt niður, við tað at allir skúlar fóru heim um somu tíð og fingu frálæru umvegis internetið. Tá tók tað bara nakrar fáar vikur, so var liviligt aftur og smittan niðurbard fyri fyrst. Vit fingu ein nøkulunda vanligan junimánað og eitt nøkulunda vanligt summar aftur, áðrenn næsta útbrotið.

Strategiin hesa ferð hevur ikki virkað væl. Ov nógv stendur í hálvum gekki; skúlar hava partvíst opið, partvís ikki. Summi arbeiðspláss krevja Coronapass, onnur ikki. Landsmyndugleikin krevur tað við landamarkið, men ikki á almennum stovnum, sjálvt ikki ellis- og røktarheimum ella sjúkrahúsum. Summar kanningar eru kravdar, aðrar bert tilmæli.

Onkursvegna passar tað tíverri væl við bæði tingmanningina og landsstýrismanningina hjá sitandi samgongu. Flestu tingfólk fylgja tilmælunum frá løgmanni, onkur ger ikki. Okkurt landsstýrisfólk fylgir ikki tilmælunum frá løgmanni, meðan hini gera. Tað er at taka munnin ov fullan at siga, at alt siglir, men vit sakna veruliga eina greiða linju.

Norðoyggjar eru í løtuni harðast rakta økið. Heili 29 tilburðir vórðu staðfestir í Norðoyggjum í gjár, og tað er tað hægsta í 5 dagar. Tað tykist ikki, sum um vit koma burturúr hesum, og hóast øll frágreiðingin sjálvsagt ikki er almennu tilmælini, so er onki at ivast í, at hálvhjartaði leisturin við hálvopnum stovnum ikki ger støðuna betri.

Tey ungu á Kambsdali søgdu tað helst best, saman við formanninum í Unga Sambandinum. Seta vit fulla skrúvu á komandi 2 vikurnar, har latið verður aftur heilhjartað í 10-14 dagar, so kann hetta vísa seg at vera bjargingin hjá jólamánaðinum. Eftir hetta kundi Coronapassið hildið fram til dømis árið út, ella so leingi, tørvur er.

Í øllum førum er sera torført at síggja nakað ljós fyri endan av tunlinum við verandi hálvhjartaðu kós á so mongum økjum. Onkur má skera ígjøgnum. Og tann onkur má vera løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…
Skoyta í dag frá 15 til 20
Lands­liðsvenjarar savnaðir
Búskapur í øllum: Laksaprísu­rin stimbrar…
Ægir: Tórir Olsen vann gull í Íslandi
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið