Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja dátuverndarlógin – hevur hon nakra ávirkan á okkum?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.11.2021 - 11:15 Tíðindaskriv Tíðindi

Mikudagin tann 24. november 2021 kl. 15.00 verður eitt tiltak í Finastøðini (Stangavegur 23) í Klaksvík, har hugt verður eftir dátuverndarlógini, sum kom í gildið 1. januar 2021. Spurningar so sum: Hvat er lógin um? Hvørja ávirkan hevur lógin á okkum? og hvat skulu vit gera? verða svaraðir.

Dátuverndarlógin er galdandi fyri øll feløg, bæði stór og smá, og øll mugu taka støðu til nakrar spurningar. Ofta verður sagt, at „vit hava ongar viðkvæmar persónupplýsingar, so hetta hevur einki við okkum at gera“, men tað er nokk ikki heilt rætt.

 

Neyðugt er hjá øllum feløgum, at vita eitt sindur meira, fyri at kunna taka eina avgerð um, hvat skal gerast.

 

Kom við til hetta tiltak, so tú fært rætta kunning um, hvat tú skalt gera.

 

Til tiltakið vera Jens Chr. Olsen, frá ráðgevarar felagnum EIRIN, sum kemur at kunna um dátuverndarlógina, Per Løkken og Jacob Barlach frá danska felagnum Persondatasupport, sum hava ment eina skipan, sum hjálpir feløgum at hava stýr á hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar. Hetta er eitt gott amboð hjá øllum feløgum, handlum og virkjum at hava.

 

Vegleiðandi skrá:

Kl. 15:00 Byrjað við kaffi og onkrum afturvið.

Kl. 15:05 Jens Chr. Olsen greiðir frá um dátuverndarlógina og

hvørja ávirkan lógin hevur á allar fyritøkur.

Kl. 15:35 Per Løkken greiðir frá um skipanina hjá Persondatasupport

Kl. 15:55 Spurningar, kjak og prát

 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Tó er neyðugt, vegna koronatilmælini, at tekna seg við at senda teldupost til: jco@eirin.fo

 

 

Vegna fyrireikarnar

Jens Chr. Olsen, Eirin og

Anna Simonsen, Anna & annað

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík