Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fleiri kaldir dagar í vikuni og kalt. Mikudagin er væntandi stormur í miðalvindi av norði. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.11.2021 - 19:46 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fara tvey lágtrýst at koma á okkum. Tey ferðast eitt norðan fyri Føroyar, og vit fara tí at merkja økið sunnan fyri miðjuna og baksíðuna á báðum. Tað er í baksíðuni, at kalda veðrið er. Tað fyrra lágtrýstið er djúpt, og nógvur vindur er rundan um tað.

Ringasta løtan til veður er mikdagin seinnapartin. Tá er stormur í miðalvindi av norði.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: útnyrðingur vestan um morgunin og fyrrapartin, 13 til 18m/s. Seinnapartin útsynningur vestan, og vindurin minkar niður í 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyritað mesta turt, tó løtur við ælingum.

Hitin fer at liggja um 8-9 stig.

Týsdag: Útsynningur, 10 til 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin fer at liggja um 9-10 stig

Mikudag: Útsynningur vestan, 13 til 18 m/s; út á fyrrapartin 15 til 20 m/s. Nakað eftir middag gongur hann upp í norðan, og vindurin veksur upp í 20 til 25 m/s. Hetta er stormur í miðalvindi. Mikudagurin seinnapartin fer at vera ringasti dagurin í vikuni, tá ið tað kemur til veður.

Út á kvøldið minkar hann aftur vindin. Á midnátt eru 13 til 18 m/s. Fyrrapartin regn ella ælaveður, men sum tað líður út á fyrrapartin, er avfallið kavi.

Hitin fer at kava úr 9 stigum niður í 3 stig.

Hósdag: Hósnátt minkar vindurin nógv, og um morgunin er ættin komin niður í útsynning, 3 til 8 m/s. Um kvøldið er hann farin uppaftur í norðan, framvegis lítil vindur, um 5 til 10 m/s. Turt fyrrapartin, men regn eina løtu seinnapartin.

Hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Fríggjadag: Útnyrðingur norðan, 5 til 10 m/s. Allan dagin kavaæl.

Hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Leygardag: Norðan ella útnyrðingur norðan, 3 til 8 m/s. Kavaælingar allan dagin.

Hitin fer at liggja um 1-3 stig.

Sunnudag: Norðan ella landnyrðingur norðan, 3 til 8 m/s. Kavaælingar allan dagin.

Hitin fer at liggja um 1-3 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Airways í áhaldandi menning
Stjóraskifti á Appnet
Kunningarfundur um stuðul til gransking
Føroyar á odda
Ongin ger nakað við føroyameistararnar
Hondbóltsdystur útsettur vegna koronu
Flagið loyst fyri nýggja bygningin hjá S…
Visuelt valaverk og virðiligur varði
Ger góðar og jólaligar smákøkur
Bankarnir gera sær ómak fyri fleiri hund…
Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítr…
Hugleið­ingar í sambandi við Bókaframløga…
Bókaframløga: Av Matterhorn í Leirvíkst…
Skoytubreytin letur nú upp
Jólatræið á Norðoyri tendrað
Sjúrður heldur fram
Jólatræið í Ánunum tendrað
Norðoya Seyðahunda­felag fingið stykkið t…
Sáttmálasam­ráð­­ingar: Semingsstovnu­rin bo…
Alment útboð: Stroyming av býráðsfundum