Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnakvøld fyri foreldur at tvørkyndum

SKRIVAÐ: LGBT+ Føroyar  |  22.11.2021 - 23:55 Mentan Tíðindaskriv

Mikukvøldið 24. november kl. 19.30 verður hugnakvøld í hølinum hjá LGBT+ Føroyar í Tórsgøtu 16 í Havn. Tað eru tær báðar Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum hava tikið stig til hetta kvøldið.

Tær eru báðar mammur at tvørkyndum, og vilja fegnar hittast við onnur foreldur.

- Vit hava kanska nakrar royndir, sum onnur - nýggj - kunnu brúka, og halda vit, at tað er umráðandi, at vit foreldur kunnu stuðla og hjálpa hvør øðrum.

Á hugnakvøldinum luttekur eisini Bjørt Lind sálarfrøðingur. Bjørt hevur í løtuni tveir samrøðubólkar fyri tvørkynd.

Tað er umráðandi at kunna hittast við onnur í somu støðu sum ein sjálvur, tí er ætlanin, at hesi kvøld skulu verða afturvendandi. Øll foreldur at tvørkyndum eru hjartaliga vælkomin.

Vit í LGBT+ Føroyar fegnast um, at Súnfríð og Ritva hava tikið stig til hetta. Fleiri foreldur hava í seinastuni sett seg i samband við okkum um ráðgeving í samband við, at barn teirra er tvørkynt, tí er hetta kærkomið, sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar.

Ritva og Súnfríð vóna at síggja nógv foreldur. Heitt verður á tey, ið ikki eru koppsett um at kanna seg fyri korona, áðrenn tey koma á gátt.

Hetta fyrsta kvøldið greiða tær báðar frá, hvat tær hava hugsað við hugnakvøldinum, og hvørjar ætlanirnar eru.

LGBT+ Føroyar bjóðar kaffi/te og køku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár