Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi

SKRIVAÐ: BankNordik  |  23.11.2021 - 07:30 Tíðindaskriv

Viðmerking til tíðindini um “Congo Hold-up” í KVF 22. november. 

Sum peningastovnur er BankNordik fevndur av hvítvasklógini, ið hevur til endamáls at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Sambært §38 í lógini hava banki, leiðsla og øll onnur starvsfólk tagnarskyldu og kunnu tí ikki úttala seg um einstøk mál. Tagnarskyldan er ikki tíðaravmarkað, og brot á hana er revsivert.

Tískil ber heldur ikki til at svara fyrispurningum frá fjølmiðlum um ítøkilig mál í hesum sambandi. Hesum hevur BankNordik eisini greitt KVF frá í skrivligum svari.

 

Soleiðis fyribyrgja vit hvítvaski og fígging av yvirgangi

Yvirskipað snýr okkara arbeiði við fyribyrging af hvítvaski og fígging av yvirgangi seg um at kanna bakgrund og endamál í sambandi við allar óvanliga stórar flytingar og øll óvanlig flytingarmynstur og annað virksemi, har tað ikki ber til at staðfesta, at talan er um greitt og lógligt fíggjarligt virksemi.

Endamálið er at kunna staðfesta, um tað er grundarlag fyri at halda, at flytingarnar kunnu hava tilknýti til hvítvask ella fígging av yvirgangi. Um vit staðfesta nakað illgrunasamt í sambandi við hesar kanningar, hava vit skyldu til at boða Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK) frá hesum illgruna. Hetta er galdandi, annaðhvørt illgrunin verður staðfestur áðrenn ella aftaná, at ein kundi hevur flutt pening gjøgnum bankan.

Sum allir aðrir peningastovnar boða vit SØIK frá, so hvørt sum vit fáa illgruna ella varhuga av, at talan kann vera um hvítvask ella fígging av yvirgangi. Í 2020 fráboðaðu vit 176 mál til SØIK, og í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…