Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tungevaag á Okkara Voxbotn 2022

SKRIVAÐ: Voxbotn  |  23.11.2021 - 14:00 Tíðindaskriv

Ein heimsstjørna kemur á Okkara Voxbotn. Talan er um háaktuella Tungevaag, sum fer at blása nútímans dansitónar yvir Vágsbotn 25. juni 2022.

Hann hevur fleiri altjóða hitt í skjáttuni og er virdur fyri sín orkumikla og melodiska tónleik. Martin Tungevåg byrjaði sum 15 ára gamal at framleiða tónleik í kamari sínum, og sum 21 ára gamal skrivaði hann undir ein sáttmála við týska felagið Kontor Records, og her framleiddi hann sítt fyrsta risa hitt, Wicked Wonderland. Pílarnir peikaðu nú beint uppeftir, og Tungevaag var at finna á flest øllum plakatum til stóru festivalarnar kring Evropa. Hann hevur fingið eina røð av virðislønum bæði í heimlandinum og kring Evropa og Asia. Millum annað hevur hann fingið Gold og Platin 115 ferðir og hevur enn einaferð sníkt seg á top 100 yvir heimsins bestur DJ. Hetta vitnar um, at tað er ein óvanliga vælumtóktur ungur maður, ið kemur at gera Vágsbotn til eitt risa dansigólv tann 25. juni 2022. 

 

Á stroymingssíðunum hevur hann yvir 4 milliardir av stroymingum. Millum hansara kendastu løg eru m.a Samsara, All for love, Badboy, Dance og Wolf og í løtuni hittar hann við lagnum PLAY, sum hann hevur framleitt við fleiri øðrum. Nýggjasta staklagið “Ride with Me” (feat. Kid Ink), kom út í 2021, so tað er ein háakutellur Tungewaag, sum nú kemur á Okkara Voxbotn 2022.

 

Frammanundan er greitt, at HUGORM eisini fer at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

 

Atgongumerki fáast nú á forsølu á ebillett.fo fyri kr. 695,-.

 

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu