Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jenis av Rana og Sergey Glazyev

Føroyar og Evrasiatiska Búskaparsamgongan havt fund

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og mentamálaráðið  |  24.11.2021 - 08:23 Tíðindaskriv

Í gjár var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS. Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS ráðharri í búskaparmálum, leiddi fundin fyri EABS.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunnað um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum í vár. Landsstýrið, EABS og vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini í felag. Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

”Russland er millum størstu marknaðirnar hjá Føroyum fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning fyri at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið. Í morgin verður fundur við sendiharran hjá Kasakstan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…