Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sett venjaratoymi fyri kappróðararárið 2022

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2021 - 20:43 Ítrottur Tíðindi

Komandi kappróðrarár verða Magnus Norðberg, Jógvan Højgaard og Marið Heimistovu venjarar hjá KRF.

- Vit vilja halda fram við góðu gongdini, og tí hevur tað stóran týdning, at allar okkara manningar fáa dygdargóðar venjingar í 2022. Við stóru tilgongdini í KRF víðka vit nú uppgávuna til eitt venjaratoymi á trý fólk.

Magnus Norðberg hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, og vit fegnast um, at hann tekur eitt tørn afturat. Magnus leggur dent á góðan róðrarteknikk, og úrslitini frá 2021 eru tekin um gott venjaraavrik saman við góðum manningum.

Jógvan Højgaard er royndur rógvari og hevur verið hollur stuðul hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í fleiri ár. Jógvan byrjaði at rógva í 2014, og hevur vunnið fleiri FM á síni róðrarleið. Marið setti seg fyri fyrstu ferð í róðrarbát í ár, er ágrýtin og hevur áræði at taka tøk fyri KRF. Magnus verður høvuðsvenjari. Jógvan og Marið verða hjálparvenjarar.

Vit fegnast um avtaluna við venjaratoymi, og vit vænta eitt spennandi, stuttligt og gevandi kappróðrarár í 2022.

Venjingin til FM-kappingina 2022 byrjar 1. februar. Barnamanningar byrja 1. mars.

Til ber at kappast í hesum bólkum:

  • 5-mannafør gentur, barnaróður, (árg. 2008-2010)
  • 5-mannafør gentur, U16 (árg. 2006-2007)
  • 5-mannafør gentur, U18 (árg. 2004-2005)
  • 5-mannafør kvinnur
  • 6-mannafør kvinnur
  • 5-mannafør dreingir, barnaróður, (árg. 2008-2010)
  • 5-mannafør dreingir, U16 (árg. 2006-2007)
  • 5-mannafør, dreingir, U18 (árg. 2004-2005)
  • 6-mannafør menn
  • 8-mannafør menn
  • 10-mannafør menn

 

Koyr á KRF️

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum