Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Ánunum tendrað

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.11.2021 - 20:59 Mentan Tíðindi

Jólatræið í Ánunum varð tendrað í kvøld kl. 18; har Karl H. Johansen, borgarstjóri helt røðu, um ættarbond síni til Ánirnar og um hugnaligar løtur í Ánunum, haðani báðir langabbar hansara eru frá.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi og aftaná varð boðið til ein kaffimunn, smákakur, rísalamande og karamellur.

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra endurgivin:

Gott kvøld øll somul

Eg fari fyrst at takka tykkum fyri, at eg varð boðin við til hesa løtuna, nú jólatræið í Ánunum verður tendrað.

Tá eg fyri nøkrum vikum síðani fekk áheitan frá Andras Biskopstø um at tendra jólatræið í Ánunum, var eg skjótur at játta.

Eg minnist ikki at Klaksvíkar kommuna fyrr hevur haft borgarstjóra, sum er ættaður úr Ánunum.

Tað er soleiðis, at abbi mín Karl Johansen, Karl í Ánunum, sum eg eri uppkallaður eftir, búði í hvítu húsunum, sum eru tey norðastu omanfyri vegin í Ánunum.

Staðið har húsini standa kallast í Holuryggi. Ein maður, sum kallaðist Stranda Mikkjal ætlaði at búseta seg í Ánunum.

Tað sigst, at ein dagin meðan hann gekk gjøgnum hagan, so koyrdi hann ein stein á rull og lovaði at búseta seg har, sum steinurin steðgaði.

Steinurin endaði í einum gomlum bóli og har lá hann. Soleiðis kom Stranda Mikkjal at búgva í Holuryggi. Seinni búsettust omma og abbi mín í húsinum.

Langabbi mín í móðurætt, Niclas í Ánunum, seinni Niclas í Uppsølum, var eisini ættaður úr Ánunum.

 

Góðu fittu børn!

Eru tit spent? Tá eg var líka lítil sum tit, so plagdi eg at spæla her í Ánunum, men tá var onki jólatræ her. Tí eri eg eisini ordiliga spentur at síggja, hvussu fínt tað verður, tá vit um eina løtu tendra perurnar á trænum.

Tá eg var lítil og plagdi at spæla í Ánunum, búði jólamaðurin heilt uppi undir Snæfelli og hóast vit hugdu um kvøldarnar, so sóu vit ongantíð jólamannin. Men jólaaftan kom hann altíð at vitja okkum og vit fingu ein pakka frá honum. Í dag eru fleiri jólamenn og teir duga betur at ferðast enn teir gomlu, og tí síggjast teir oftari enn fyrr.

Jólini eru ein tíð, har vit aftaná at hava rokast, seta ferðina niður og gerast meira varug við týdningin av tí næra og hugnaliga.

Eg kann siga fyri mítt viðkomandi, at løturnar, har vit sum familja trekkja stikkið úr, eru blivnar fleiri við árunum. Eisini um jólini.

Í vikuskiftinum var eg og hugdi eftir, tá ið jólabygdin í Æðuvík varð tendrað. Har fær man veruliga fatanina av, at jólini nærkast, og at jólahøgtíðin er nakað serligt.

Siðvenjur knýta onkursvegna fortíð og nútíð saman. Og eg haldi man kann siga, at júst jólatræið er eitt tekin uppá eina siðvenju, sum savnar okkum og sum styrkir felagsskapin, tá stór og smá hittast við jólatræið.

Hjá teimum eldru renna minnini fram fyri einum og hjá børnunum vera nýggj minnir skapt.

Sjálvur havi eg nógv minni her úr Ánunum. Eg hevði ein abba og eina ommu í Ánunum, so eg havi verið nógv her, sum smádrongur.

Eg minnist tað sum, at omma og abbi altíð høvdu nógvar gestir, tá ið vit vitjaðu. Men tað myndaði nokk tíðina tá, at serliga sunnudagar og høgtíðir, so varð vitjað nógv millum húsini.

Eg minnist nógvar stuttligar løtur niðri á bakkanum. Har hitti man nógvar fittar kúllar. Eg kann t.d. nevna brøðurnir Heina og Jákup, sum vóru eitt og tvey ár yngri enn eg.

Eisini kann eg minnast, at menninir í teimum fýra húsunum omanfyri vegin, abbi mín, Andre Emil, Herluf Matras og Einar Mohr vóru serstakliga fittir í hondunum.

Bukkvald lá beint heimanfyri Ánirnar, og har bleiv nógv skrambul borið norður í Ánirnar. Var tað ein gamal motorur, ein gomul súkkla ella okkurt annað, so fingu teir tað altíð at rigga.

Nú vit tosa um Bukkvald, so høvdu tey, í búleikaðust her fyri 40 til 50 ár síðani, eisini sítt at stríðast við. Tá lágætt var, var ikki verandi í Ánunum fyri lukti og royki, tí tað brendi konstant eitt bál í ruskdunganum á Bukkvald.

Nú er tað ikki soleiðis, at eg ikki havi verið í Ánunum í nýggjari tíð, men eg má siga, at tá ið eg bleiv spurdur um at tendrað jólatræið, so var tað serliga minnini frá gamlari tíð, sum runnu fram fyri mær. Tí er tað eisini ómetaliga stuttligt at koma norður til hendan nýggja býlingin, sum fyri mær avgjørt knýtir fortíð og nútíð saman.

Sjálvt um Ánirnar eru ein týðandi partur í Klaksvíkar kommunu, so eri eg sannførdur um, at ein slík hátíðarløta, tá ið jólatræið verður tendrað í Ánunum, hevur týdning fyri tey, sum búgva í hesum býlinginum.

Ein slík løta kann avgjørt verða við til at stuðla undir tykkara felagsskap, samstundis sum tit hava møguleika at viðlíkahalda og skapa nýggjar siðvenjur við gleði og hugna í eini annars myrkari tíð.

Áðrenn vit fara at telja niður og tendra ljósini á vakra trænum, so skal ljóða eitt ynski um eina góða advent og eini gleðilig jól til tykkum øll.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…