Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um mammu - Hanne Højbjerg Joensen

SKRIVAÐ: Helle  |  27.12.2021 - 18:36 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

07.08.1939 – 24.12.2021

Nú farið er um stytsta dag, hevur Fuglafjørður víst seg frá síni vakrastu síðu bæði dag og nátt.  Hóast vit øll gleðast um góða veðrið, eru flestu okkara takksom fyri, at nú gongur mótir ljósari tíðum. Soleiðis var mamma eisini. Men jólaaftan orkaði mamma ikki meira; hon sovnaði stillisliga á Vesturstovu 82 ára gomul.

Mamma var fødd í København í 1939. Hon var næstelst í einum systkinaflokki á fýra. Seinni flutti familjan til Helsingør, har eg kom í verðina í 1960. Eftir hetta møtti mamma Ragnvaldi á Helsingør skibsværft, har tey bæði starvaðust. Tey bæði fingu børnini Jan í 1964 og Heidi og Randi í 1971. Vit fluttu til Fuglafjarðar í 1968.

Mamma passaði hús og heim, sum var vanligt hjá kvinnum tá, men hon hevur eisini gingið við posti og arbeitt fleri ár á flakavirki, bæði á gamla Ísvirkinum og norðuri á Handils- & frystivirkinum, har hon fyri tað mesta arbeiddu í maskinunum, sum tá var hildið at vera “mannfólkaarbeiði”, men mamma fírdi ikki fyri at hava kropsliga strævnar arbeiðsuppgávur, líka til hon gavst at arbeiða, tá hon náddi pensjónsaldur. Havi hoyrt frá fleiri, sum hava arbeitt saman við mammu, at hon var tiltikin røsk.

Í 1990 avgjørdi mamma skiljast. Sum mammu líkt, hugsaði hon als ikki um, hvat fólk hugsaðu og søgdu - hon hevði tikið eina avgerð, og soleiðis varð tað. Mamma keypti tá eini gomul hús á Ennivegi, har hon skapaði eitt hugnaligt heim, til hon noyddist at flyta niðan á Vesturstovu í 2019.

Mamma var  røsk, festlig, gløgg, vøkur...ja, eg kundi hildi fram. Mamma hevði sera góðar hendur, hon dugdi barasta alt. Hon seymaði klæðir – ikki tímdi eg alítð at ganga í heimaseymaðum klæðum sum smágenta, men soleiðis var tað tá. Mamma seymaði grýluklæðir til bæði stór og smá og hugnaði sær, tá hon sá endaliga úrslitið. Hon dugdi at binda bøkur inn, mála, dekka vøkur borð og gera leskiligan mat, men serliga minnist eg alt, sum hon hevur bundið. Mamma elskaði at fáa handaligar uppgávur; troyggjur, taskur, babyteppir, dukkuklæðir – ja, einki var ov stórt ella ov lítið til hennara evnir og hugflog.

Mamma var sera góð við børn, og gloymi eg ongantíð, hvussu stolt og ovurfegin hon var, tá hon gjørdist omma fyri fyrstu ferð í 1987 – og ikki minni glað, tá hon sjálvandi bleiv uppkallað! Tá var eingin barnagarður, og mamma bjóðaði seg alt fyri eitt til at ansa Hannu, tá farloyvið hjá mær var liðugt. Mamma var sum áður nevnt sera gløgg – eg minnist væl, at míni børn -Hanna og Frank -  altíð klandraðust um at vera í parti við henni, tá vit spældu t.d. Trivial Persuit, tí tá var sigurin vísur. Mamma las nógv og loysti krossorðagátur. Serliga visti mamma alt um danska kongshúsið; ja, teimum royalu fylgdi hon tætt alt lívið.

Mamma gekk túrar dagliga. Ofta í fylgi við Katrin hjá Oddfríða, Judith hjá Griasi og Hannu hjá Christian Oluf. Nú er bert Hanna eftir av hesum mergjaðu og festligu  kvinnum, sum eg havi nógv góð minnir um. Ikki vóru tær keðiligar at vera saman við; nei, har var lív í teimum.

Fyri nøkrum árum síðani bleiv mamma rakt av demens – ein ræðulig sjúka, sum tók alt frá henni. Allar hennara dygdir og førleikar. Enntá málið hvarv. Ikki éitt orð fekk mamma sagt seinastu tíðina; hon sum hevði eina meining um tað mesta og ongantíð var bangin fyri at siga hana.

Seinastu vikurnar hava verið tungar. Í hesum sambandi fari eg at bera eina stóra tøkk til tykkum, sum starvast uppi á Vesturstovu, fyri tykkara hjartalag og tolsemi. Hóast stórar arbeiðsbyrður, taka tit tykkum altíð tíð til okkum, sum eru um okkara kæru og ofta ikki vita okkara livandi ráð.

Góða, fitta mamma. Takk fyri alt, sum tú hevur verið fyri meg og míni. Hvíl í friði.

Helle

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni