Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí flotna brosmur, kongafiskur og longa í uppgangi

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  12.01.2022 - 21:41 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Um hví fiskur flotnar, sigur Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni nakað soleiðis, tá eg tosaði við hann:

Sundmagin hjálpir fiskinum til at halda seg vektleysan á ymiskum dýpum í havinum. Tað er nevniliga so, at omanfyri havyvirflatuna siga vit at lufttrýsti er 1 bar. Undir vatnskorpuni økist trýstið 1 bar (eina atmosferu) fyri hvørjar 10 metrar. Niðri á 350 metrum er trýstið tí 351 bar. Summir fiskar hava ongan sundmaga. Men teir sum hava, kunnu brúka sundmagan til at lagað seg eftir trýstinum, har teir vilja ferðast. Sild til dømis, hevur eina opna sundmagaskipan, so hon kann “ropa” “luftina” úr sundmaganum, um hon ætlar sær at fara skjótt uppá Grynnri vatn, tí kann skúm við hvørt síggjast inni á firðum har sild heldur til.

Tann møguleikan hava brosma, longa og kongafiskur ikki. Hesi fiskasløgini hava eina læsta skipan. Her er tað ein kertil, sum tekur luft úr blóðinum og flytur hana inn í sundmagan og øvugt. Hetta er ein skipan, sum ger, at brosman, longan ella kongafiskurin kunnu líva í vektloysi á ymiskum dýpum.

Men tað tekur tíð hjá hesum fiskasløgum at broyta mongdina av luft í sundmaganum.

Tá so ódnarveður og nógv alda er, kann trongd koma í sjógvin á firðum og sundum. Fiskur við læstari skipan kann tá knappliga blíva slongdur frá dýpinum hann var í, og longur upp, tá veksur sundmagin orsakað av minni trýsti og fiskurin flotnar. Seina útlíkningarskipanin megnar ikki at flyta luftina nóg skjótt úr sundmaganum, ið virkar sum ein ballón, og inn í blóðið, tí flotnar fiskurin. Restina gerð uppgangurin og vindurin, soleiðis at kongafiskur, brosma og longa koma út fyri at blíva slongd upp á land.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke
Trump vil hava Grønland
Veðrið í jóla­vikuni
Tussj: Bárður er flogbóltsumsjó­nar­maður…
Gamli Klakksvíkshandilin eisini opin í d…
1151 pakkar umborð á 102 skip      
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum