Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fótbóltssambandið læt tað seinasta kappingarár um seg ganga, at HB fyrst brúkti ein fyribilsvenjara ov leingi, og síðani at ein "venjari á pappírinum" varð settur. Tað er nú vorðið fordømi. | Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF undirgrevur sína egnu útbúgving

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2022 - 15:05 Ítrottur Leiðarin

Kann HB, kann NSÍ eisini. Sjálvandi. Og tá NSÍ hevur fingið ein í allar mátar fótbóltsúrmæling til venjara, so gera teir alt fyri at brúka hann. Tað sigur seg sjálvt. Tað er bara ein veruleiki, at hann ikki hevur tey neyðugu pappírini. So Nes Sóknar Ítróttarfelag noyðist at pallseta sama sjónleikin, sum HB setti upp í fjør, har felagið koyrir við einum kransakøkuvenjara og einum veruligum venjara.

Í “Fótbóltspráti” í Kringvarpinum mánadagin 17. januar var spurningurin um vantandi formligar førleikar hjá venjarum tikin upp at venda. Samrøða var við Frankie Jensen úr Venjarafelagnum um hetta, og hann var klárt ímóti, at tað skuldi bera til. Hesin var greiður og sakligur og argumenteraði heilt væl. Meira margháttligt var at hoyra, at verturin og pallborðsluttakararnir vórðu meira lunkaðir og opnir – og nærmast tosaðu sum um tað var heilt í lagi við tveimum venjarum, einum reellum og einum proforma. Teir tóktust vera blendaðir av stjørnustatusinum, sum Todi Jónsson sjálvandi hevur. Men tað hevur onki við sakina at gera! 

Reglurnar eru púra greiðar. Skalt tú vera høvuðsvenjari hjá einum fótbóltsfelagi í fremstu mansdeildini, skalt tú sum absolutt minstamark verða komin í helvt við A-venjara-útbúgvingini og kunna taka restina innanfyri rímiliga tíð. Og stendur tú tá ikki útbúgvingina, kanst tú ikki venja. Títt felag kann tó í 4 vikur brúka ein annan venjara. Hendan ásetingin er har fyri at felagið kann fáa tíð at koyra ein venjara frá og seta ein nýggjan, og er bert ætlað til sovorðna skiftistíð. 

Men í fjør hendi tað óskiljandi, at Havnar Bóltfelag slapp at brúka Kevin Schindler sum venjara eisini aftaná tann mánaðin, eftir at Jonas Dal-Andersen varð sagdur úr starvi. 07 Vestur kærdi dystin við grundgevingini, at HB brúkti ein ólógligan venjara, men fekk ikki viðhald, og tá fór øll sakin at lukta.

Undanførslurnar vóru bæði Coronastøðan og málsligir førleikar. Tær undanførslurnar hildu sjálvandi ikki, so ein annar venjari við papírunum í lagi varð settur formliga, meðan Schindler helt fram. Sagt varð, at hann var í ferð við at taka A-venjara-útbúgvingina. Treytin fyri at taka A-venjara-útbúgving er tó, at man hevur lokið B-venjara-útbúgvingina, og á yvirlitinum hjá FSF yvir B-venjarar í Føroyum stóð Kevin Schindler heldur ikki. So hevði hann hana í heila tikið?

Hetta slapp so at halda fram í knapt eitt hálvt ár. Ein venjari á papírinum og ein veruligur venjari uttan pappír. Sjálvandi skapar tílíkt “presedens”. Kann eitt felag, kunnu øll, tí lógin er eins fyri øll. Ella er hon?

Tað skal nú standa sína roynd. NSÍ hevur sett fótbóltslegenduna Toda Jónsson sum venjara, og onki er at ivast í, at hann verður sterkasta kortið hjá felagnum í kappingarárinum, sum skjótt byrjar. Men hann hevur ikki A-venjara-prógv. Fótbóltssambandið kann tó ikki siga nei við NSÍ, tí NSÍ hevur presedens at vísa á í HB.

Nú kann tað óhepna henda, at hetta verður reglan heldur enn undantakið. At feløg seta onkran, sum fyri tað kann vera pensionistur, ið hevur pappírini í lagi, men sum ikki nýtist at møta upp til nakran dyst ella venjing. Og síðani seta ein uttan pappírini í lagi at vera veruligan venjara hjá felagnum.

Harvið undirgrevur Fótbóltssambandið í Føroyum sína egnu A-venjara-útbúgving. Við at lata Havnar Bóltfelag fyrst at koyra ov leingi uppá undantaksloyvi, og síðani við einum “venjara á pappírinum” hevur man skapt eitt stak óheppið fordømi. Feløgini kunnu lættliga fara at spekulera í hesum. Ein venjari uttan pappír fær uttan iva munandi minni í løn enn ein venjari við pappírum. Og venjarin á pappírinum krevur neyvan tað heilt stóra, men vil gera sínum barndómsfelagi eina tænastu.

Hvat verri er, so kunnu fleiri A-venjarar ganga arbeiðsleysir, tí feløgini koyra við einum leikara sum venjara og einum gomlum og fráfarnum venjara á pappírinum. Tí tað er bíligari. Sostatt hevur Fótbóltssambandið undirminerað sína útbúgving og hildið teir, ið hava tikið hana í teirri trúgv, at hon var kravd fyri at venja í Betrideildini, fyri rukku.

Ongin skal lasta NSÍ fyri hetta. Man kann illa kritisera HB heldur fyri at royna. Apan, øll sum hon er, liggur í FSF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð