Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Nú skal fiskimálaráðharrin fara at fiska”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.01.2022 - 22:09 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað segði Símun Petur Zachariassen í samband við at hann hevði keypt eina tráðu til Árna Skaale í samband við at Árni var blivin fiskimálaráðharri.

Símun Petur er kendur sum ein býarmynd í Klaksvík. Hann hevur sína dagligu gongd á varda verkstaðnum á Brekku.

Serkønur er hann í at smíða plattar. Tá so LookNorth hevði brúk fyri plattum í serstakari stødd til innanhýsis nýtslu hjá virkinum, so vóru boð eftir Símun Petur og Andor á Varda verkstaðnum at smíða hesar plattarnar.

LookNorth hevur eisini latið ymiskar lutir til Verkstaðin á Brekku til pakkingar. Tað er hetta sum hevur gjørt, at Símun Petur hevur kent seg drignan at Árna og virkinum, sum Árni hevur verið stjóri fyri í nógv ár.

Tá nú fiskimálaráðharrasessurin í landsstýrinum fall í hattin hjá Árna, so gjørdi Símun Petur Zachariassen ikki vandari enn at hann fór og keypti Árna eina flotta tráðu og segði, at “Nú skal fiskimálaráðharrin fara at fiska”.

Tá stjóraskiftið var á LookNorth mánadagin, fekk Árni at vita, at tá tað var almannakunngjørt at hann varð settur sum fiskimálaráðharri, tá kom Símun Petur á gátt hjá Ragnar á LookNorth við eini gávu sum hann vildi at fiskimálaráðharrin skuldi hava.

Í dag var so formliga handanin. Inni í framleiðsluhøllini hjá LookNorth, fekk fiskimálaráðharrin formliga gávuna handaða frá Símun Petur Zachariassen. Árni nýtti eisini høvi at handa Símuni Peturi eina gávu, tað var ein stórur pakki av vinarbreyði, sum Símun Petur setur stóran prís uppá og so eisini ein fittur lummaknívur við búmerkinum hjá LookNorth á.

Aftaná løtuna fóru teir báðir niðan í Sambýlið við Mylnutún, har búfólk og starvsfólk tóku væl ímóti og teir báðir fingu eitt gott prát saman við starvsfólkunum og búfólkum.

Fiskimálaráðharrin segði aftaná, at hann var ovfarin av hvussu væl Símun Petur fylgir við í politikki. Hann kendi bæði landsstýrismenn og nevndarformenn og visti væl hvussu mál gingu hond í hond ímillum landsstýrismenn, landsstýrið og Løgtingið.

Gávan frá Símun Peturi hevur stóran týdning fyri meg, segði Árni Skaale, fiskimálaráðharri at enda.

Niðanfyri eru eisini nakrar myndir vit fingu sendandi frá Sambýlinum við Mylnutún:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…