Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Jastrid Gullaksen stjóri í Grafia, Áki í Skemmuni stjóri í Atlantic Fair og Jóhann Lützen, stjóri í Norðlýsinum avmyndaði á Atlantic Fair 2019. Grafia og Norðlýsið eru "Official Suppliers" á Atlantic Fair  | Mynd: Oliver Joensen

Atlantic Fair nærkast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.04.2024 - 06:00 Tíðindi Vinna

Norðlýsið og Grafia eru Official Suppliers og taka sær av øllum samskiftispartinum í samband við Atlantic Fair. Eitt blað verður gjørt í samband við stevnuna og sent í hvørt hús í Føroyum, umframt at eitt katalog verður gjørt og sýnt fram á stevnuni

 

189 fyritøkur úr øllum heiminum luttaka á sjóvinnustevnuni í Klaksvík, sigur Áki í Skemmuni stjóri

Allir básarnir eru bókaðir, tað er fult, sigur ein vælhýrdur Áki í Skemmuni í telefonini í morgun. Fyrireikingarnar til Atlantic Fair, sum verður í døgunum 28. til 30. mai, eru í hæddini. 

Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru karmar um sjóvinnustevnuna, sum hevur ment seg sera nógv ár um ár og vorðin ein áhugaverdur sýnisgluggi á altjóða støði, har bæði føroyskir og útlendskir veitarar sýna fram við tí nýggjasta nýggja.

 

Alment messublað í hvørt heim í Føroyum

Norðlýsið og Grafia eru Official Suppliers og taka sær av øllum samskiftispartinum í samband við Atlantic Fair. Eitt blað verður gjørt í samband við stevnuna og sent í hvørt hús í Føroyum, umframt at eitt katalog verður gjørt og sýnt fram á stevnuni. Til ber at fáa lýsing í blaðið við at senda tilfar á lysing@nordlysid.fo 

Góða undirtøkan vísir, at fyritøkurnar taka sera væl undir við Atlantic Fair og vit eru sera spent at lata dyrnar upp fyri veitarum og gestum, sigur Áki í Skemmuni at enda við Norðlýsið.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag