Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Mikkjal K. Thomassen: Møguliga tveir, møguliga eingin nýggjur leikari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.01.2022 - 16:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ-venjarin viðmerkir, hvussu nógva tilgongd KÍ fær afturat.

Tað hevur verði friðarligt í KÍ síðstu vikurnar, hvat leikaraflytingum viðvíkur. Átta leikarar eru farnir og fýra leikarar eru komnir. Norðlýsið hevur skrivað, at fólk skulu vænta tveir nýggjar leikarar afturat. Men hvør er støðan nú og hvat kunnu fólk vænta. Mikkjal K. Thomassen, venjari, sigur, at tað er óvist í løtuni.

- Vit hava síðstu tveir mánaðirnar hugt og tosað við leikarar. Onkuntíð hava vit hildið okkum verði tætt við, men tað vísir seg at verða trupult at fáa góðar leikarar, ið kunnu styrkja um okkara hóp. Vit tosa eisini við leikarar nú, men tað er ikki so, at nakað nærkast at blíva undirskrivað. Hinvegin so vísir søgan, at tað kann ganga skjótt. Men tað kann eisini verða, at vit ikki finna røttu leikararnar. Vit ynskja, at fáa ein ella tveir leikarar afturat, og tað er serliga til álopspartin, at vit hyggja. Tá tað er sagt, so eru vit væl nøgdir við verandi hóp. Finna vit ikki rætta leikaran ella leikararnar, so gera vit einki, og tað er eisini ein møguleiki, sum kann blíva veruleiki, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið. Flytingarvindeygað letur aftur 15. mars.

 

Tilgongd:

Patrik Da Silva

René S. Joensen

Meinhardt P. Joensen

Mads B. Mikkelsen

 

Frágongd:

Boris Dosljak

Bob Sumareh

Ivar S. Rønning

Daniel Bjørkman

Jasper Van Der Heyden

Dávid Langgaard

Kristian Joensen

Jóannes K. Danielsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…