Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin veksur í kvøld. Eftir midnátt er stormur í miðalvindi, 20 til 25 m/s av landsynningi og nógv avfall í nakrar tímar. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.02.2022 - 18:12 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið gott veður seinnapartin. Stilli. Ein hátrýstryggur hevur lagt seg á okkara leiðir.

Men hann liggur ikki leingi. Fer sín veg um eina løtu, tí eitt sera djúpt lágtrýst fer at troka seg hendaveg.

Vit fara at síggja byrjanina til keðiligt veður um 19 tíðina í kvøld, tá ið veðurstøðirnar kring landið fara at siga frá veksandi vindi av landsynningi. Vindurin veksur ikki skjótt, úr umleið 5 m/s klokkan 19 upp í 15 til 20 m/s á midnátt.

Á midnátt ella ein tíma seinni kemur avfallið. Regn og vátakavi ella kavi. Nógv avfall alla nátt. Slítur neyvan í fyrr enn fram ímóti arbeiðstíð í morgin.

Vindurin fer at veksa eitt sindur afturat eftir midnátt. Mesti vindurin er frá klokkan 2 til 4 í nátt, 20 til 25 m/s.

Eftir at brúgvalagið við øllum avfallinum er farið eysturum klokkan 6 í morgin ári ella so, støkkur ættin vesturum til útsynning ella vestan. Tá minkar vindurin niður í 13 til 18 m/s. Eftir tað er ælaveður restina av degnum.

Hetta keðiliga veðrið kemur nakrar tímar fyrr enn mett var í forsøgnini í gjár. Í aðrar mátar ikki nógv øðrvísi enn væntað....

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð