Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hannis Martinsson avmyndaður í Múla | Mynd: Viaplay

Fær Múla eitt monument?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2022 - 13:07 Leiðarin

Kalsoyingar hava ongantíð verið bangnir fyri at taka fatt. Tað var sjón fyri søgn, at minni enn eitt hálvt ár eftir, at James Bond ofraði seg fyri at bjarga sínum landi og sínum kæru, so reisti Kongurin av Kalsoy saman við øðrum góðum kreftum ein gravstein fyri tí fólkakæra 007-agentinum, sum í heyst fekk sín seinasta vodka martini rystan, ikki rørdan.

 

(Leiðarin úr blaðnum) 

 

Kalsoyggin býður seg hervið fram sum eina veruliga ferðamannaoyggj, og ætlanin er eisini at bjóða túrar út í Kallin saman við ferðaleiðara, ið ferðafólkini so gjalda fyri. Mestur fer hetta at verða samskipað við túrar til Kópakonuna í somu oyggj. Kópakonan, ið annars svór hevnd móti øllum kalsoyingum í fleiri ættarlið fram, hevur leingi verið størsta trekkplástrið til oynna, og hon fer neyvan í kapping, men heldur í samstarv við andan hjá Bond, James Bond.

Spurdur um Kalsoyggin toldi innrásina, svaraði The King of Kalsoy greitt, at hann fór avgjørt ikki at seta nakað gjaldsportur upp, undirskilt at ferðafólk vóru meira enn vælkomin í oynna. Heldur ætlar bóndin at taka eitt rímiligt gjald afturfyri eina mótveiting, so sum ein “guidaðan” túr við frágreiðing frá einum ferðaleiðara, ið eisini tekur sær av trygd v.m. í sambandi við vitjanina. Jú, sanniliga hava kalsoyingar telvað framúr væl í fleiri leikum, og umframt beinleiðis tiltøkini fara nógvar krónur ivaleyst at fella niður í oynni, eitt nú til vistveiting og møguliga seinni gisting.

Í eini aðrari norðoyakommunu, nevniliga Hvannasunds Kommunu, liggur bygdin Múla. Múla fekk sín higartil størsta sýnisglugga nakrantíð, tá Hannis Martinsson úr krimibókunum hjá Jógvani Isaksen herfyri vitjaði. Hann varð leiktur av Ulrich Thomsen, ið somuleiðis er kendur frá James Bond-filmunum, nevniliga sum Sasha Davidov í The World is Not Enough frá 1999.

Her eigur at verða smíðað, meðan jarnið er heitt. Um tað skal vera við gravsteininum hjá Sonju, standmynd av Hannisi sjálvum, við at uppkalla eitthvørt í bygdini eftir onkrum í krimisøguni, skulu vit ikki klóka okkum uppá her. Men givið er, at Múlabygd hevur momentum nú, og er ynskiligt at gera bygdina til ferðavinnuattraktión, er gylta høvið beint nú, áðrenn summarturisman byrjar.

Fólk við skili fyri ferðavinnu siga sum við ein munn, at roknast kann við einum “boomi” innanfyri ferðavinnu nú í 2022, tí fólk kring allan heimin hungra eftir at sleppa at ferðast aftur. Vit kunnu tí vænta eina veruliga innrás í summar, og longu nú hava 70 ferðamannaskip boðað frá, at tey koma. Tað fyrsta 9. mai og tað seinasta 4. oktober. Av hesum fara 50 til Tórshavnar, 16 fara til Runavíkar, og 4 koma til Klaksvíkar. Hetta er ein munandi øking frá undanfarnum árum. Hví so fá ferðamannaskip koma á Klaksvík taka vit eina aðruferð.

Eisini Klaksvík eigur at vera til reiðar, og ætlanin um at gera eitt hotell í miðbýnum í Klaksvík eigur at byrja ongantíð ov skjótt, skal tað ikki einans vera Havnin, ið fer avstað við øllum inntøkunum fyri gistingar í Føroyum. Hetta kann gerast eitt møguligt gullnám, serliga um tað verður samskipað við ferðavinnuna, eitt nú við pakkum, har tey ferðandi ómakaleyst kunnu bíleggja sær útferðir til Kalsoynna, Svínoyar og/ella Múla.

Men til tað krevst, at okkurt er at koma til. Her á redaktiónini hava vit fyrr umrøtt at býráðið eigur at hava eina ferðavinnunevnd. Um ein ferðavinnunevnd verður stovnað undir býráðnum, er ivaleyst fyri hana at tríva í. Umframt at samskipa ferðir til attraktiónirnar í kommununi, kundi hon eisini staðið fyri viðlíkahaldi av teimum, samskift við landsmyndugleikarnar, og verið bindilið til kunningarstovu, “tour operators”, staðkend fólk, gistingarmøguleikar, matstovuvinnu v.m. Latum okkum í Norðoyggjum fylgja góða fyridøminum hjá Kalsoynni og gera Norðoyggjar til tað mest spennandi plássið í Føroyum at vitja.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni
Er eitt barn meira vert enn eitt annað?
Hugnalig jóla­konsert í Glyvra kirkju mik…
Video: Eitt av løgunum frá væleydnaðu 25…
Jólarøðan hjá Anniku
Helgi eisini kvikmeistari
Fantastiskar hondbóltskvinnur
Sjónleikaspírar í Spinnarí­num