Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Meinhard Gaardlykke formann í Tænastumannafelagnum

SKRIVAÐ: Hansa Hansen  |  31.03.2022 - 08:00 Lesarabrøv Tíðindi

Í tíðindunum á døgurða mikudagin tann 30. mars førdi Meinhard Gaardlykke millum annað fram, at eldri ikki eru líka kvik og kropsliga væl fyri at røkja øll størv sum yngri. Hetta var ein av hansara grundgevingum fyri, hví hann heldur lítið um uppskotið hjá Landsstýrinum at hækka fráfaringaraldurin.

Hetta aftursvarið snýr seg ikki um uppskotið sjálvt, men um nevndu grundgeving.
Pástandurin um, at eldri ikki eru líka kvik og kropsliga væl fyri sum ung at røkja øll størv, hongur eftir mínari sannføring í leysari luft - hann er beinleiðis alduristiskur og kann ikki standa ósvaraður.
 
Formaðurin nevndi ávís størv, har tað skal ganga skjótt fyri seg, og har arbeiðið krevur, at starvsfólk eru árvakin, kvik, eru væl fyri kropsliga og hava lætt við at umstilla seg, umframt at kunna samskifta skjótt við aðrar myndugleikar. Hann legði aftrat, at ávís størv krevja, at starvsfólkið er á einum “niveau”, har tey hava skil fyri ella skilja, hvat rørir seg í samfelagnum. Skilti eg formannin rætt, vildi hann vera við, at hesi krøv ov høg til tey eldru.
 
Eg ynski hervið at vísa hesi fatan av eldri sum ein einsháttaðan samfelagsbólk aftur. Hendan negativa fatanin leggur upp til stirvnar skipanir, ið ikki fyrst og fremst taka hædd fyri borgaranum, men fyri skipanini sjálvari. Umframt hetta eru slíkar fatanir diskriminatión av teimum eldru. Diskriminatión, ið einans er grundað á aldur. Kanningar vísa, at slíkir negativir hugburðir mótvegis eldri fólki tíverri enn gera seg galdandi, og avleiðingarnar fyri tey gomlu kunnu ikki sigast at vera positivar. Hetta er stórt spell. Tí tey eldru, sum helst eru tann bólkurin í samfelagnum, sum er mest fjølbroyttur, orka og vita, og tey hava royndir, sum kunnu ríka eitt starvstað og harvið eisini alt samfelagið.
 
Vit gerast eldri og eldri – tað er onki nýtt, og í Føroyum eru fólk serstakliga ófør at arbeiða. Nýggj tøl frá Hagstovuni vísa okkum, at tey eldru í Føroyum eru nógv óførari at arbeiða, enn tey eru í londunum kring okkum. Demografisku broytingarnar fara at hava við sær, at tørvur verður á enn fleiri eldri fólki á arbeiðsmarknaðinum. Kjakið um fráfaringaraldurin er tí eitt neyðugt og týdningarmikið kjak, men útsagnir sum tær, ið vit hoyrdu í dag, eru ikki til gagns fyri nakran. Tað er tíð uppá, at vit gevast at umtala tey eldru á ein slíkan fordómsfullan hátt.
 
Hansa Hansen
Blaðstjóri - Fyndin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu