Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hann er eins snotuligur og neyðugur, nýggi Heilsuskúlin í Suðuroy. Men ágangurin norðanífrá gerst alsamt harðari og meira skipaður, serliga úr miðstaðarøkinum. | Mynd: heilsuskuli.fo

- “Annars halda vit, at Porkeri skal leggjast í oyði!”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2022 - 13:43 Leiðarin Politikkur

Eitt av teimum eftirhondini óteljandi álopunum á vælvirkandi Heilsuskúlan í Suðuroy var aftur at hoyra í Kringvarpinum á miðdegi hósdagin 7. apríl. Hesaferð varð tað sett inn í eitt “hugskotskatalog” við 27 uppskotum, sum politiska skipanin hevur fingið handað. Og eitt av hesum 27 uppskotunum var sama sjabbið um, at tað er so øgiliga lagt at fara til Suðuroyar, at vit eiga at stovnseta ein eyka heilsuskúla norðanfyri.

Hvussu ofta fingu vit íbúgvar í Norðoyggjum ikki júkað upp í saman, at tað at noyðast til Havnar við verkjum onki hevði uppá seg? Har hjálpti ongin “góða mamma” – tað var alt ov dýrt at hava eina føðideild í Klaksvík, og tí mátti hon niðurleggjast í 2010 og funktiónin flytast til Havnar. Seks ár seinni stóðu suðuroyingar fyri skotum. Har kundi heldur ongin føðideild vera á Tvøroyri, tað var alt ov dýrt við teirri dupultfunktiónini, og tí bleiv eisini latið aftur og sløkt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og føðingarnar fluttar norður um fjørð. Við tí úrsliti, at onkur mamma hevur átt við eitt bussskýli og onnur umborð á Smyrli, alt í sparinganna heilaga navni.  

Í dag er tað almenna er noytt til at spara, tí undirskotið er ov stórt. Almannaverkið skal spara umleið 5 milliónir, verður sagt. Men hvat skjóta klóku høvdini við teimum 27 uppskotunum upp? Jú, vit skulu gera ein eykaskúla norðanfyri – allarhelst í Tórshavn, uttan at tey siga tað beinleiðis – til tey, sum ikki vilja til Suðuroyar at taka heilsuhjálpara- ella heilsurøktaraútbúgving.

Her skulu vit við øðrum orðum brúka pengar óneyðuga til eina dupultfunktión norðanfyri, tí tey í miðstaðarøkinum halda Suðuroynna vera ov fjarskotna.

Ein skuldi trúð, at tað var lygn. Eftir at hava bent í neon fyri norðoyingum og suðuroyingum, at tað ikki ber til at hava nakra dupultfunktión norðanfyri ella sunnanfyri, tí teinurin til Havnar er so stuttur allíkavæl, verður eksakt sami teinur gjørdur til ein álvarsaman trupulleika, tá ferðslan fer hin vegin?!? Hvat er hetta fyri nakað?

Leiðslan fyri Heilsuskúla Føroya hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at trupulleikin liggur ikki í vantandi umsóknum til skúlan, men í teimum ov fáu praktikkplássunum, ikki minst norðanfyri. Men hetta verður bara ignorerað, hvørja ferð høvuðstaðarpressan sleppur at halda mikrofonina fyri teimum, ið siga “Annars halda vit, at Porkeri skal leggjast í oyði”. Taktikkurin tykist vera at júka upp í saman, til landsins leiðsla at enda gevur eftir og játtar pengar til ein eykaskúla í Havn.

Vilja vit, at Føroyar skulu vera eitt livandi oyggjasamfelag við innputtum og fasettum úr øllum økjum og við øllum brigdum, ið tilsamans gera okkum til føroyingar, serstakt fólk og serstaka tjóð? Ella ynskja vit at gera allar Føroyar til ein bý, Stórtórshavn, sum tað sama kundi verið ein forstaður til Keypmannahavn? Tí tað er ikki av høgligheit, at vit hava búsett okkum í Føroyum. Tað er alskurin til landið, ið ger, at vit – hóast tað ofta er ópraktiskt – búgva í Føroyum.

Tað má ikki koma fyri, at vit turrgelda føroyska útjaðaran fyri at miðsavna alt virksemi í Tórshavn, ið er tann búsetingin, ið líkist teimum útlendsku mest. Harvið høvdu vit mist ein stóran part av okkara samleika, og kundu tað sama bara flutt til Frederiksberg og fingið tað sama.

Vónandi er meira skil í hinum 26 uppskotunum, annars ganga Føroyar eini tristari lagnu í møti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…