Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið – kulturnavn ella natúrnavn?

SKRIVAÐ: Per Jacobsen  |  12.04.2022 - 11:51 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Nú mentanarhús er staðsett við Oyrnabakkan Yvir á Bø [1], innangarðs í bóndabýlinginum í Vági, er hóskandi at viðgera staðarnavnið ´Varpið` og at lýsa staðið ´á Varpinum`.

Í staðarnavnafrøðini er siður at flokka staðarnøvnini á ymsan hátt. Siður er at flokka nøvnini  eftir hvørjum fyribrigdi tey eru nøvn á[2].
Við at bólka nøvnini til støðini, sum tey vísa til, fáa vit navnabólkar við nøvnum á eitt nú oyggjum, hólmum, áum, dølum, fjøllum, vøtnum, jarðum, bygdum, býlingum o.s.fr.
Kulturnøvn, eisini nevnd mentanarnøvn, eru nøvn á fyribrigdum, sum eru skapt av mannahond ella eru úrslit av mannavirksemi á staðnum, eitt nú gerði, toft, hús, teigur o.s.fr.
Natúrnøvn eru nøvn á natúrfyribrigdum, skapi og lendi, eitt nú nes, gjógv, gil, skarð o.s.fr.
Skilt verður ímillum samansett og ósamansett staðarnøvn.
Ósamansett eru eitt nú Klakkur, Kjølur, Núpur, Barmur, Kósin, Tungan, Altarið.
Samansett eru eitt nú Gravardalur, Borðoyarnes, Nónhamar, Ósá, Ravnagil, Áarskarð.

Merkingin av orðinum varp
Hvørkikynsnavnorðið varp kann hava fleiri merkingar[3]: 
Staðið, har ið gørn verða sett.
Staðið, har ið grót liggur í rúgvu.
Staðið, har ið fuglur reiðrast.
Merkingin av føroyska orðinum strandvarp 
Hvørkikynsnavnorðið strandvarp merkir[4]: Staðið, har ið flóðin leggur frá sær smátt rusk.
Merkingin av sagnorðinum at varpa upp
Sagnorðið at varpa upp merkir[5]: Staðið, har ið farmur verður skipaður upp.
Merkingin av fremmanda navnorðinum Varf
Navnorðið Varf merkir[6]: Lítil beding

Her er í trimum førum talan um fyribrigdi, sum eru úrslit av mannavirksemi á staðnum:
-At seta gørn
-At skipa farm upp
-At fáa til vega beding
Í hinum trimum førunum er talan um natúrfyribrigdi á staðnum:
-Staðið, har ið fuglur eigur
-Lendi við grótrúgvu
-Viðurskifti tá ið fløðir og fjarar

Møguligur uppruni til staðarnavnið
Í 1860-unum kastaðu menn í bygdini saman fyri at útvega sær seiðanót[7].
Fiskur og farmur varð skipaður upp á staðnum[8].
Norðuri í Vági valdi Nólsoyar-Páll eitt øki norðan fyri Varpið til sleipistøð[9].
Kend og algongd eru orðini ternuvarp og æðuvarp[10].
At fólk hava savnað grót í rúgvu á staðnum er ikki óhugsandi.
Heldur ikki er óhugsandi, at flóð og fjøra hava slept okkurt sprekið upp á turt.
-
At nótin, sum felag við monnum á Biskupsstøð, á Stongunum og úr Gerðum átti, hevur givið staðnum navn er ivasamt. Nótin kom í drift umleið 1900[11].
At virksemi á landi og uppskipan av farmi fyri góðum hundrað árum síðan hevur givið staðnum navn er ivasamt. Í 1915 bygdi Kjølbro sítt fyrsta ráfiskahús á staðnum[12].
Óvist er, um navnið kemur av, at mannahendur hava borið grót saman í rúgvu á staðnum.
Í 1960 árunum sást farvegur av beding/sleipistøð í fjøruni norðan fyri Varpið[13]. Tað vil siga við staðið, ikki á staðnum.
-
Náttúran hevur skap og lendi og skap og lendi eru upprunin til fleiri staðarnøvn.
Møguliga er ´Varpið` upprunaliga eitt bøli - eitt ternuvarp ella eitt æðuvarp?
Møguliga  er ´Varpið` staðið, har ið flóð og fjøra skola rekalutir upp á land?
Um so er, er ´Varpið` natúrnavn og hevur fingið navn eftir natúrfyribrigdi, bøli har fuglur eigur ella har flóð og fjøra leggja frá sær rekalutir.
Um so er, er ´Varpið` ikki kulturnavn og hevur ikki fingið navn eftir fyribrigdi, sum er skapt av mannahond.

Staðarnavnið er uppruni til gøtunøvn
´Varpið` er einnevnt í Norðuroyggjum. Er eisini staðarnavn í Mykineshólmi og í Suðuroynni.
´Varpið` er ósamansett staðarnavn í bundnum formi.
Eftir málreglunum er bundna bendingin í eintali: Varpið, Varpið, Varpinum, Varpsins.
Á fólkamunni hoyrist eisini sagt < Varpina > í hvønnfalli og < Varpini > í hvørjumfalli.
Gøtunøvnini Varpabrekka og Varpabrúgvin eru samansett staðarnøvn.
Varpabrekka í óbundnum formi.
Varpabrúgvin í bundnum formi.
Í teirri formligu greiningini av samansettum staðarnøvnum eita liðirnir í navninum fyrriliður og seinniliður. Fyrriliðurin verður nevndur tað eyðkennandi orðið, tí hann sigur nakað um navnið, lýsir navnið nágreiniligari[14].
Í teirri merkingarligu greiningini verður seinniliður nevndur høvuðsorðið ella grundorðið, tí hann vanliga sigur, hvat fyribrigdi talan er um[15]. Í hesum føri brekka og brúgv.
´Varpið` er fyrriliður í samansettu gøtunøvnunum.
´Varpið` er tað eyðkennandi orðið, sum knýtir brekku og brúgv til staðið.
Tað merkir í hesum føri, at Varpabrekka og Varpabrúgvin eru nærhendis staðið.
-Brekkan oman til ´Varpið` (á býarkortinum brekkan frá Jørundsgøtu til Nólsoyar Páls gøtu).
-Brúgvin við ´Varpið` (á býarkortinum vegurin fram við bátabrúgvunum og norðureftir).

Søguligt baksýni  –  virksemi og búseting ´á Varpinum` 

Neyst
Jákup bóndi á Biskupsstøð greiddi frá, at 8-mannafarsneystið stóð við fjørugarðin norðantil á Varpinum, meðan tann lítli báturin stóð heiman fyri Varpið, Ternuvarpið, sum tá stakk seg langt út á Vágna[16].
 
Ráfiskahús, fiskastykki og brúgv – kolgarður og turkarí
Í 1915 byggir Kjølbro ein skúr 16x10 alin í tveimum hæddum undir bakkanum á Varpinum. Har og á fiskastykkinum, sum varð lagt oman fyri skúrin, fór alt fiskaarbeiði fram tey fyrstu árini.
Á Varpinum var útgrunt og bleytur botnur. Ein long brúgv mátti gerast frá skúrinum oman gjøgnum fjøruna og út á marbakkan, har ið motorbátar og lossijaktir kundu leggja at á miðal flóð. Nakrar jarntunnur vórðu settar út gjøgnum fjøruna, fyltar við sandi og stokkar lagdir omaná. Fyrst í 1920-unum var nógv bygt afturat á Varpinum. Brúgvin varð longd og breiðkað, kolgarður varð gjørdur sunnan fyri ráfiskahúsið og turkarí varð bygt oman frá kolgarðinum. Seinast í 1930 árunum gjørdist Varpið miðstøð fyri timburhandli við goymslu, verkstaði, handli og skrivstovu[17].

Umbygging og skipasmíð
Í 1944 umbygdi Jákup úr Fuglafirði Royndina Fríðu á Varpinum, og árið eftir í 1945 bygdi sami maður á sama stað Varpið, sum er 20 tons á stødd. Báturin er kallaður eftir tí staði, har ið Nólsoyar Páll setti skip sítt upp á turt til umvælingar og pábót fyri um 140 árum síðani[18].

Búseting
Húsini hjá Hansen vóru fyrstu sethús innan fyri teir gomlu bøgarðarnar í meir enn 100 ár[19].
Her kann verða tilskilað, at húsini eru bygd umleið 1924-25 og eru á býarkortinum merkt Nólsoyar Páls gøta 34.
Bøgarðurin gekk tætt norðan fyri húsini, sum stóðu norðast í Myrkjanoyrarbønum, eisini nevndur Biskupsstøðbøurin. Í 1960 árunum var bøgarðurin oman fyri húsini hjá Petru og Hansen (Søren Christian Hansen) týðiligur á at líta, hann fall fyri útgrevstri og nýbygging.

Egin eygleiðing
Í 1960 árunum var fjøran eitt av okkara spæliplássum.
Fjøra var norðan fyri ´Varpið` og fjøra var sunnan fyri ´Varpið`.
“Bedingin”, steinarnir, sum Nólsoyar Páll legði norðan fyri ´Varpið`, stóðu turrir á háfjøru og vóru undir á flóð.
Fjøran gekk undir ta stoyptu Varpabrúnna.
Fjøra var undir bygningunum, timburgoymsluni og timburverkstaðnum.
Á fjøru var gongt undir brúgv og bygningar, tó í støðum húkandi.
Týðiligur farvegur sást av natúrfyribrigdi, sum í huganum væl kann lýsast sum ein sandoyri,  ið stakk seg út á Vágna.

Eftirskrift
Eftir er at skilja ímillum staðarnavnið ´Varpið` og húsnavnið Varpið.
Ivaleyst verður staðarnavnið undir tí forna Myrkjanoyrarbønum ella Biskupsstøðbønum ikki gloymt og horvið úr gerandismálinum. Staðið ´á Varpinum` fer ikki at líða navnadeyða. Navnið verður verandi óbroytt og verður framyvir livandi framborið á fólkamunni.
Tað hevur gøtunavnanevndin longu syrgt fyri við at geva brúgv og brekku navn eftir staðnum.
Ivaleyst fer húsnavnið Varpið, sum í staðarnavnafrøðini er kulturnavn ella mentanarnavn, ikki at flyta staðarnavnið ´Varpið` heim í Vág, har staðsetta mentanarhúsið er reist við Oyrnabakkan, Yvir á Bø, niðari, innangarðs í bóndabýlinginum í Vági (á býarkortinum Klaksvíksvegur 2).

-Staðarnøvnini  ´Oyrnabakkin` (óregluligt bendingarsnið) og ´Yvir á Bø`  eru dokumenterað á síðu 222 og á síðu 87 í ritgerðini Stednavne paa de færøske Norðuroyar, Nordisk Forlag, Kjøbenhavn 1932.

-Eisini er kongsjarðarstykkið ´Yvir á Bø`, niðari, lýst á síðu 74 í  Taxation af Norderø Præstegjælds Jorder,  í  Taxatiónsprotokoll = Protokol over den i Henhold til Lov angaaende en ny Skyldsætning af Jorderne paa Færøerne af 29de Marts 1867 foretagne Taxation af bemeldte Jorder, Kjøbenhavn 1873.


[1] Samrøða tann 17. mars 2008 við Jens Paula Joensen, í Vági, Klaksvík, f. 1917
[2] Eivind Weyhe, Eivindaródn, síða 328, Fróðskapur 2012
[3] Christian Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1932
[4] Christian Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1932
[5] Christian Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1932
[6] Óli Olsen, Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald, síða 57, Forlagið Kjølur 2016
[7]  Robert Joensen, Minnismyndir og søgubrot 1, síða 95, Egið forlag 1979
[8]  J.Símun Hansen, P/f J.F.Kjølbro 1913 - 1983 (bóklingur), oktober 1983
[9]  Hans Andrias Sølvará, Klaksvíkar søga 1. Bind, síða 260, Klaksvíkar Kommuna og Sprotin 2008
[10] Føroysk Orðabók, Føroya Fróðskaparfelag, 1988
[11] Robert Joensen, Minnismyndir og søgubrot 1, síða 98, Egið forlag 1979
[12] J.Símun Hansen, P/f J.F.Kjølbro 1913 - 1983 (bóklingur), oktober 1983
[13] Óli Olsen, Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald, mynd á síða 56, Forlagið Kjølur 2016
[14] Jógvan í Lon Jacobsen, Eivindarmál, síða 177, Føroya Fróðskaparfelag 2002
[15] Jógvan í Lon Jacobsen, Eivindarmál, síða 177, Føroya Fróðskaparfelag 2002
[16] J.Símun Hansen, Tey Byggja land VI, síða 207, Egið forlag 1980
[17] J.Símun Hansen, P/f J.F. Kjølbro 1913 – 1983 (bóklingur) síða 7 og síða 61, oktober 1983
[18] Robert Joensen, Útróður 1845 – 1945, síða 93 og síða 230, Egið forlag 1946
[19] J.Símun Hansen, Tey Byggja Land VI, Plancha XVI, Egið forlag 1980

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum